Á degnum, tá ES boðaði frá íløgum fyri 200 milliónir evrur – umleið 1,5 milliardir krónur – í Grønlandi, hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, aftur gjørt vart við ynskið um amerikanskt ræði á oynni.
Trump legði í dag eina broytta kortmynd út á sín sosiala miðil, Truth Social. Á kortinum eru Grønland, Ísland, Kanada, Meksiko og fleiri lond í Miðamerika og Karibia dekkað av amerikanska flagginum.
Yvir kortinum stendur „United States of America“. Trump skrivaði onga frágreiðing til myndina.
Føroyar eru ikki við á kortinum.
Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, sum í hesum døgum vitjar í Grønlandi, tekur nýggja útspælið frá amerikanska forsetanum í álvara.
– Grønlendska stjórnin og grønlendska fólkið hava ferð eftir ferð sagt, at tey ikki vilja vera amerikonsk, sigur hon.
– Tann boðskapin kunnu vit væl endurtaka í dag. Men eg vóni ikki, at nakar ivast í honum – hvørki í USA ella í restini av heiminum.
Donald Trump hevur fleiri ferðir sagt, at USA eigur at fáa ræði á Grønlandi. Bæði grønlendskir og danskir myndugleikar hava aftur og aftur víst hesum aftur.
/Ritzau/










