Fleiri føroyskir landsliðsspælarar í hondbólti hava síðsta árið verið í Stavanger og spælt hondbólt við Viking Stavanger. Nú er tað greitt, at eingin føroyingur fer at spæla við Viking Stavangar eftir summarfrítíðina.
Jónas G. Djurhuus, Tróndur Mikkelsen og Helgi H. Hoydal eru kendir í Viking Stavanger.
At tað nú er greitt, at eingin teirra fer at spæla við Viking Stavanger næsta kappingarár kemst av, at Viking Stavanger nú verður partur av samanløgdum felag í Stavanger. Tað er kunngjørt í dag. Tað er ikki alment enn, hvussu tað verður við føroyskum spælarum í samanlagda felagnum.
Viking Stavanger verður partur av nýggjum býarfelag saman við SIF. Bæði feløgini eru í fyrstu deild, har tey í gjár spældu grannauppgerð. Í dag er greitt, at hetta var síðsta grannauppgerðin í hesum umfarinum, tí nú verður talan um nýtt felagslið í Stavanger.
-Hetta er møguleikin hjá okkum at geva økinum lið, sum kann hava møguleika at kappast heilt í toppinum soleiðis, at Stavanger aftur skal verða millum heilt stóru hondbóltsbýirnar í landinum, sigur formaðurin í Viking Stavanger Tor Henrik Knutsen.
Fyri 32 árum síðani vóru bæði feløgini í Stavanger millum teyr størstu í landinum, tá ið tey í grannauppgerð spældu steypafinalu frammanfyri 7000 áskoðarum. Í fleiri ár stóðu feløgini seg svæl, men so varð kassin tómur. Í 2000 vórðu feløgini løgd saman, men eftir níggju ár fóru tey aftur hvør til sítt, og síðani hava tey drigist við ítróttarligar, fíggjarligar og bygnaðarligar trupulleikar.
-Nú er stríðsøksin løgd, og í felag fara vit at bjóða okkum fram fyri at vinna býin aftur fram í fremstu røð í hondbólti. Nógvir góðir spælarar eru uppaldir í hondbóltsfeløgunum í býnum, men síðani eru teir fluttir til stóru feløgini aðrastaðni í landinum og uttanlands. Soleiðis vóna vit ikki, at tað verður í framtíðini, siga teir í teimum báðum hondbóltsfeløgunum í Stavanger.