Vann 168 norskar milliónir í lotto: – Heilt óveruligt!

- Tað tekur helst nakað av tí, áðrenn eg fati tað. Høvdið er púrasta tómt. Hetta kennist óveruligt, sigur maðurin

Í kvøld er ein norðmaður vorðin stívliga 168 milliónir norskar krónur ríkari.

 

Hann vann nevniliga høvuðsvinningin í Viking Lotto - stívliga 168,4 milliónir norskar krónur.

 

Tað er slakar 110.000 milliónir í okkara peningi.

 

Norsk Tipping veit í kvøld at siga, at nýggi fleiri millióningurin trúði ikki tí, hann hoyrdi, tá tey ringdu til hansara.

 

- Tað tekur helst nakað av tí, áðrenn eg fati tað. Høvdið er púrasta tómt, og hetta kennist óveruligt, sigur maðurin.

 

Men, tað var ikki bara hesin eini norðmaðurin, sum í kvøld vann góðar pengar í Viking Lotto.

 

Ein annar maður vann aðru virðisløn, ið var á 2,9 milliónir norskar krónur, sum er slakar 1,9 milliónir í okkara peningi.

 

- Eini fantastisk boð. Himmal og hav, segði hann, tá Norsk Tipping setti seg í samband við hann.