Europa League: Tottenham vann fyrsta steypið í 17 ár

Talan er um fyrsta evropeiska steypið síðani 1984

Lagið er gott í Norður-London. Tottenham Hotspurs hava vunnið fyrsta steypið í 17 ár, og fyrsta evropeiska steypið í 41 ár.

 

Tað gjørdi Spurs við einum 1-0 sigri á Manchester United í einari hálvkeðiligari Europa League finalu á San Memes leikvøllinum í Baskaralandinum. 

 

Brennan Johnson skoraði eitt heldur heppið sigursmál, har Luke Shaw avrættaði bóltin í málið. Málið kom tríggjar minuttir áðrenn vanliga leiktíðin var farin í fyrra hálvleiki.

 

United hevði bóltin 73 prosent av tíðini, og teir vunnu royndir á málið hagtølini 22-4, men eftir stendur, at teir dugdu slettis ikki at gagnnýta nakað sum helst í dystinum. Væntaði mál hjá Tottenham eftir dystin vóru 1,03 og væntaði mál hjá United vóru bert 0,76. Dysturin staðfesti, at talan er um vánaligasta samlaða avrikið hjá United síðani kappingarárið 1973-1974, tá teir fluttu niður í næstbestu deildina í Onglandi. Avrikið í Premier League hevur milt sagt verið pínligt. Avrikini í Europa League vóru góð, inntil teir møttu einum mótstøðuliði úr Premier League. 

 

Tottenham vardi sera væl allan dystin, og Guglielmo Vicario í málinum hevði eisini nakrar góðar bjargingar. Tað sá ikki so vakurt út allan dystin, men tað var effektivt, og tað tók avgjørt ikki stóru sigursgleðina frá leikarunum og viðhaldsfólkunum. Hetta gjørdist so árið, tá bæði Tottenham og Harry Kane vunnu. 

 

Tottenham kann nú brynja seg til eitt kappingarár við Champions League fótbólti, meðan United skal fyrireika seg til eitt kappingarár uttan evropeiskan fótbólt. Høvuðsvenjarin, Ruben Amorim er longu undir stórum trýsti, og trýstið minkaði ikki við tapinum í Europa League finaluni í kvøld.