Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður við nýføddu didduni – og mamman Barbara Gaardlykke Apol

Landsstýrismaður í barns­burð­ar­far­loyvi á øðrum sinni

Í gjár fingu Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, og unnustan, Barbara Gaardlykke Apol, eina dóttir

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður við nýføddu didduni – og mamman Barbara Gaardlykke Apol

Hesum boðar landsstýrismaðurin frá á Facebook.

»20. mai gjørdust vit eina lítla diddu ríkari. Alt gekk væl, mamman var so ómetaliga røsk, og vit øll hava tað ordiliga gott. Stórasystur er nakað so errin!«, skrivar Bjarni Kárason Petersen.

Bjarni Kárason Petersen skrivaði søgu, tá hann í februar í 2023 sum fyrsti landsstýrismaður nakrantíð fór í barnsburðarfarloyvi.

Hann segði tá, at av tí at hetta var teirra fyrsta barn, legði hann serliga stóran dent á at fara í barnsburðarfarloyvi.

– Pápar hava rætt til at fara í barnsburðarfarloyvi, men tað er eingin loyna, at føroyskir pápar eru serstakliga trekir at brúka hendan møguleikan, segði Bjarni Kárason Petersen tá.

– Tann fyrsta tíðin saman við barninum er serstøk. Tað er ein tíð, ið mann ikki fær aftur, og tí er tað ein dýrabar tíð, segði hann og legði afturat, at hann ætlar sær at njóta tað til fulnar.

Vit hava ynskt landsstýrismanninum tillukku og spurt, um hann aftur hesaferð fer at taka av møguleikanum sum pápi at fara í barnsburðarfarloyvi.

– Takk fyri tað! Jú, tað er ætlanin, men júst nær og hvussu leingi veit eg ikki enn. Tað skal helst passa saman við arbeiðið eisini, sigur hann.

Bjarni Kárason Petersen kann tí skriva søgu sum tann fyrsti og annar landsstýrismaðurin at fara í barnsburðarfarloyvi – heldur eingin landsstýriskvinna hevur verið í barnsburðarfarloyvi.

Harumframt var Bjarni Kárason Petersen eisini yngsti landsstýrismaður nakrantíð, tá hann varð tilnevndur landsstýrismaður 22. desembe rí 2022. Hann var 28 ár, 4 mánaðir og 8 dagar gamal.

 

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður við nýføddu didduni – og mamman Barbara Gaardlykke Apol