Fólkaheilsuráðið hevur í dag kunngjørt fyrstu úrslitini frá umfatandi heilsukanningini ”Hvussu hevur tú tað”, ið ráðið framdi í heyst. Í kanningini luttóku 2197 tilvildarligir føroyingar. Tað er 48,2 prosent av teimum, ið fingu eitt spurnarblað frá Fólkaheilsuráðnum. .
Í kanningini vórðu fólk millum annað biðin um, at meta um sína egnu heilsu, og fingu møguleikan at velja millum Stak góð, Góð, Hampilig, Vánalig og Stak ring.
Úrslitið vísir, at føroyingar sjálvir meta, at tey liva væl. Heili 75 prosent av teimum, ið svaraðu, mettu at heilsan var stak góð ella góð.
Ráðið upplýsir, at lítil munur var á hvussu kynini mettu um sína egnu heilsu, meðan tað hjá báðum kynum vóru færri, ið mettu sína heilsu at vera stak góða ella góða sum árini gerast fleiri.
Kanningin vist eisini, at fólk við longum útbúgvingum í størri mun meta heilsuna vera stak góða, góða ella hampiliga samanborið við tey, ið hava stutta útbúgving.

Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Føroyingar lata væl at egnu heilsu