Føroyingar eru komnir inn í oljuvinnuna, og er nakar egnaður til at starvast umborð á veintingarskipum, so eru tað føroyingar. Hetta eru allir samdir um sum blaðið hevur tosað við av teimum sum manna veitingarskipini, sum Tor Shipping skaffar manningar til. Tað eru nú 5 skip og trý av teimum eru umbygdir føroyskir trolarar, Margretha, Skorðaberg og Froyur.
Sambært teimum sum blaðið hevur tosað við fær ein dekkari 12.000 krónur um mánaðin, kokkurin tað sama, 2. stýrimaður 13.000 og skiparin 20.000 krónur um mánaðin, og hetta meta teir flestu er nakað lítið, tá ið hugsað verður um føroysku ekspertisuna á sjónum.
4 vikur
Sáttmálin er 4 vikur umborð og 4 vikur í landi, og lønin er tann sama umborð sum í landi. Ferðingin verður tikin av døgunum í landi og ikki umborð, og hetta halda summir átti at verið broytt.
Tað er hálendskt felag sum eigur veitingarskipini sum føroyingarnir manna, og við fleiri av teimum eru bert føroyingar. Sáttmálin hjá manningunum er við Tor Shipping, men stundir vóru ikki at fáa eina viðmerking frá føroyska felagnum, áðrenn blaðið fór í pressuna.
? Oljuvinnan er nýggj enn hjá okkum, men vit hava ikki hoyrt um annað enn góð lønarviðurskifti í hesi vinnu, so vit eru eitt sindur ónøgdir, siga teir sum blaðið hevur tosað við og sum ynskja ikki at koma fram nú.