Føroyingauppgerð endaði við málríkum javnleiki

KA javnaði til 35-35 í seinastu sekundunum av dystinum móti ÍBV

Føroyingauppgerð var í bestu íslendsku mansdeildini í hondbólti fyrr í dag.

 

KA við Allani Norðberg á liðnum tók móti ÍBV við Dánjali Ragnarssyni og Janusi Dam Djurhuus á liðnum. 

 

Dysturin endaði við málríkum javnleiki 35-35. Toppskjúttin hjá KA, Einar Rafn Eiðsson javnaði til 35-35 við einum brotskasti í teimum allarseinastu sekundunum.

 

Í steðginum var KA á odda 19-16. 

 

Allan skoraði tvey mál fyri KA. Janus skoraði fýra mál og Dánjal skoraði tvey mál fyri ÍBV.

 

Føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell hevði átta bjargingar í opnum spæli, og bjargaði eisini einum brotskasti. 

 

Talan var um fyrsta dystin hjá ÍBV í deildini hetta kappingarárið, og annan dystin hjá KA hetta kappingarárið. 

 

Komandi hóskvøld spælir KA á útivølli móti Hørði. Sama kvøld spælir ÍBV á heimavølli móti ÍR Reykjavík.