Posta:
Hetta gevur okkum ein góðan møguleika at vísa fram føroyska mentan og handverk.
Útgávan Fjálgandi hendur eftir Sigrun Gunnarsdóttir verður givin út 4. september og verður hon presenterað á framsýningini. Frímerkið heiðrar felagsskapi og familjuvirði, sum ígjøgnum ættarlið hava sett sín dám á lívið í Føroyum.
Tann 5. september havi eg eina almenna framløgu um føroysk frímerki í norðurlendska skálanum Nordic Circle. Har eru øll vælkomin at luttaka og fáa innlit í okkara frímerkjasøgu og komandi útgávur. Sí annars skránna her.
Fylg Posta Stamps á sosialu miðlunum fyri at fáa tíðindi úr Osaka.