Bjóðaði fólki nýveiddan tosk ókeypis í Klaksvík

- Vit fingu meira enn til húsbrúks, og tí avgjørdu vit at bjóða fólki at koma oman á bryggjuna at fáa sær nýveiddan tosk

Seinnapartin leygardagin lógu eini 80-100 pund av góðum og nýveiddum toski á stálborðinum á bryggjuni beint niðanfyri FK-handilin í Klaksvík.

 

Hetta er tað, tey rópa Neystið, men henda dagin var fiskurin ikki til sølu. Fiskurin var ókeypis, og fólk vóru vælkomin at fáa sær av borðinum.

 

Maðurin, sum bjóðaði fólki at fáa sær nýveiddan fisk av borðinum, sigur við In.fo, at tað gekk bara ein lítil løta, til allur fiskurin var farin.

 

- Eg legði mynd út á mín Facebook-vanga og bjóðaði fólki at fáa sær fisk, og her havi eg fingið nógvar afturmeldingar um, at fólk vóru sera fegin um hetta.

 

Hann sigur, at tað var leygardagin, at hann saman við tveimum øðrum vaksnum og tveimum smádreingjum var í fjørðinum við tráðu.

 

- Vit fingu meira enn til húsbrúks, og tí avgjørdu vit at bjóða fólki at koma oman á bryggjuna at fáa sær nýveiddan tosk, sigur hann í morgun við In.fo.

 

Ungi maðurin, sum legði fiskin út á sín Facebook-vanga seinnapartin leygardagin, er Jon Ravnaberg, ættaður úr Haraldsundi, búsitandi í Klaksvík.

 

##med2##

 



 

 

Her var bara at fáa sær tað, sum brúk var fyri - av góðum og nýveiddum toski