Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. juni 2025 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 4 fyri Tinganes og gomlu Havnina.
Endamálið við uppskotinum er at broyta ásetingar fyri D-eindirnar (Vinnulívsendamál), soleiðis at millum annað gistingarhús eisini kunnu staðsetast við økið Undir Bryggjubakka. Harafturat verður fylgiskjal 4 dagført, soleiðis at byggilinjan fyriheldur seg til umstøður í dag, í mun til bygningar og bryggju, samstundis sum at smogur verða tryggjaðar millum Rektaragøtu og Bryggjubakka.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av serstøku byggisamtykt nr. 4, liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 2. september 2025 til 14. oktober 2025.
Tilfarið sært tú her:
- Serstaka byggisamtyktin fyri Tinganes og Reyn við broytingum
- Fylgiskjal SB4 broytingaruppskot
- Galdandi serstaka byggisamtyktin fyri Tinganes og Reyn
Tórshavnar býráð skrivar, at møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn(at)torshavn.fo í seinasta lagi 14. oktober 2025.