Í døgunum 1. til 9. november skipar Løgten / Skødstrup fyri stórum tiltaki, har evnið er Føroyar.
Handilsfelagið á staðnum plagar at hava tílík tiltøk, og ein av nevndarlimunum í keypmannafelagnum, Bjørn M. Djurhuus, sum er hálvur føroyingur, fekk hugskotið til, at tiltakið í ár skuldi hava Føroyar sum tema, skrivar blaðið hjá Føroyingafelagnum í Århus, Áarósin.
Eitt av teimum størru tiltøkunum, sum verða hesar dagarnar, verður eitt mentunnarkvøld á Løgten Kro.
Har fer Jan Haugard, sum eisini er hálvur føroyingur, at vísa film um Føroyar.
Á skránni verða eisini tvær konsertir. Ingun Simonsen fer at syngja, eins og væl kenda kallakórið, Quaeduilt, úr Århus eisini fer at syngja.
Allar dagarnar, tiltakið varar, verður føroyskur matur at fáa á Løgten Kro. Og sjálvsagt verður tað eisini hetta kvøldið.
Fyrireikararnir siga, at alt, sum kundi ganga, svimja ella flúgva, verður umboðað á borðinum.
Eisini ítróttur verður á skránni hesar dagarnar. Allahalgannadagur, leygardagurin 1. november, er settur av til hetta endamálið.
Umframt vanligu bóltspælini, verður eisini talvkapping. Kappingarnar verða millum danir og føroyingar.
Ein stór listaframsýning verður eisini hesar dagarnar. Tólv av frægastu listafólkunum í Føroyum eru boðin ar luttaka á framsýningini.
Eisini børnini hava okkurt at vísa fram um Føroyar.
Á einum barnagarði verður framsýning, sum fer at vísa, hvat komið er burtur úr samstarvinum millum hendan barnagarðin og ein føroyskan barnagarð. Børnini hava teknað og skift um dagbøkur.
Eisini handlarnir í Løgten/ Skødstrup fara at handla føroyskt hesar dagarnar.
Flak, frikadellur, knettir og tílíkt, sum kallast kann føroyskt. Ein bakari fer at baka »føroyskt« rugbreyð, eins og føroyskar troyggjur og tógv verða at fáa.
Føroyska vikan í Løgten/ Skødstrup endar sunnudagin tann 9. november.
Tá verður guðstænasta í Skødstrup kirkju, har Marit Kjærbo úr Fuglafirði, sum er prestur í grannalagnum, fer at prædika.
Eisini fer kallakórið Quaeduilt at syngja undir guðstænastuni, skrivar føroyska blaðið Áarósin í Århus.