Føroyska bygdin»Faroe Village«í Filipsoyggjunum

Bygdini tørvar streym til hús og nýggjar tekjur til íbúðarhúsini

Á oynni Panay á Filipsoyggjunum er ein føroysk bygd við 30 húsum. Tað vil siga, at 30 heimleysar familjur nú hava fingið tak yvir høvdið.

Tøkkina eigur tað føroyska fólkið, Skandinaviska Barnamissiónin, men mest av øllum Jesus Kristus, stendur í tíðindaskrivi frá Skandinavisku Barnamissiónini.

Faroe Village, sum bygdin eitur, hevur eisini ein forskúla/barnagarð, har umleið 40 børn ganga.

Nakrir av íbúgvunum hava fingið møguleika at fara á skeið í matgerð, fyri at læra at framleiða mat til víðarisølu og soleiðis skapa sær eina inntøku. Eisini er møguligt hjá nøkrum íbúgvum at læra seg at gera rygg-sekkir (hondgjørdar), sum kunnu seljast og soleiðis skapa inntøku.

Skandinaviska Barnamissiónin hevur veitt bygdini 4 seymimaskinur, sum verða nýttar til at seyma nýggj klæði og til at bøta um gomlu klæðini. Soleiðis er eisini her møguligt at skapa inntøku.

Tað er sera týdningarmikið at tey fáa hjálp til at finna sær arbeiði, tí annars kemur øll verkætlanin at falla saman. Endamálið er, at bygdin skal forsyrgja sær sjálvari.

Fyri stuttum var leiðarin fyri Skandinavisku Barnamissiónini, Bo Wallenberg, á vitjan í teimum ymisku bygdunum í Filipsoyggjunum, ið SBM hevur bygt. Hansara frágreiðing frá Faroe Village var, at bygdin var tann allar best røkta bygdin, og íbúgvarnir gera alt fyri at halda húsini í góðum standi. Tey vóru eisini ógvuliga stolt av at samarbeiða við SBM og at búgva í húsunum, men ymiskt er tó, sum má gerast, fyri at bygdin skal verða sett í betri stand.

Allar aðrar bygdir, ið SBM hevur bygt, hava streymveiting til húsini. Í Faroe Village hava tey bert ógvuliga vánaligar oljulampur. Orsakað av hesum eru liviumstøðurnar hjá íbúgvunum sera truplar, tí næturnar eru kolsvartar. Tey fáa tí lítið og einki gjørt í hesum vánaliga ljósinum. Myndugleikarnir hava lagt streym fram til bygdina, men íbúgvarnir mugu sjálvir gjalda fyri innlegging til húsini og hetta hava tey ikki pening til.

Av tí at húsini eru takt við nipabløðum, er neyðugt at takið verður skift við jøvnum millumbilum. Hetta tyngir sjálvsagt munandi um fíggjarliga hjá íbúgvunum. Hægsta ynski teirra er tí at fáa lagt galvaniseraðar takplátur á húsini. At gera hetta kostar teimum nógvan pening og hendan pening hava tey ikki. Men um henda íløga varð gjørd, hevði ikki verið neyðugt at skift tak aftur fyribils. Um vit hjálpa teimum við peningi til tilfarið, ætlað íbúgvarnir sjálvir at tekja húsini og at hjálpa til at tekja hjá teimum eldru, sum hava trupulleikar við sjálv at umvæla húsini. Hetta inniber eisini at húsini koma at halda longur, av tí at vatn ikki sleppur at viðinum.

Tað, sum bygdini nú tørvar er, at streymveiting verður løgd til húsini, eins og neyðugt er at galvaniseraðar takplátur verða útvegaðar.

5 ár eru liðin, síðan húsini vórðu bygd. Vanliga halda nýttu takkonstruktiónirnar bert í 3 ár. Í regntíðini hava fólk stórar trupulleikar av ótøttu tekjunum.

Skandinaviska Barnamissiónin vil hervið heita á Føroya fólk um stuðul til Faroe Village til omanfyri nevnda tørv.

Allur stuðul er kærkomin og so neyðugur. Um tit gera av at stuðla Faroe Village, kann peningurin flytast á eina av hesum konti hjá Skandinavisku Barnamissiónini. Neyðugt er at viðmerkt verður Faroe Village.

Allur stuðul er kærkomin og so neyðugur. Um tit gera av at stuðla Faroe Village, kann peningurin flytast á eina av hesum konti hjá Skandinavisku Barnamissiónini. Neyðugt er at viðmerkt verður Faroe Village.

Føroya Banki 185.755.4 ­ Føroya Sparikassi 120.980.0 ­ Postgiro 71757 ­ Norðoya Sparikassi 101.620.7 ­ Suðuroyar Sparikassi 101.148.1.

Kostnaðurin fyri ætlanina í Faroe Village er: (sí talvu)


Í løtuni hevur Skandinaviska Barnamissiónin eina innsavnan til misbrúkt børn á Filipsoyggjunum, og eru higartil innkomnar yvir 40.000 kr.

Hjartans tøkk til allar føroyingar. Guð elskar ein glaðan gevara, stendur í tíðindaskrivi frá Skandinavisku Barnamissiónini.