Føroyska Miss Universe fær krúnuna á Tórsfest

Tað verður Heðin Mortensen, ið krúnar Turið Elinborgardóttir á gongugøtini í Havn.

Leygarkvøldið 25. juli verður søga skrivað, tá Føroyar fyri fyrstu ferð kunnu krúna sína egnu Miss Universe. Tað er 20 ára gamla Turið Elinborgardóttir, sum í annaðkvøld fær krúnuna setta á høvdið á Tórsfest, sum verður í gongugøtuni í Havn.


Tað verður borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, ið krúnar Turið við serstøku Silvursniðkrúnuni.


Turið Elinborgardóttir stillaði upprunaliga upp til donsku kappingina, og slapp víðari til finaluna, sum verður 14. august, har føroyska Laila av Reyni er ein av dómarunum. Tá fyrireikararnir frættu, at Turið var úr Føroyum, bleiv avrátt, at hon skuldi sleppa at ogna sær almenna føroyska heitið Miss Universe Føroyar. Í ár verður eingin serstøk føroysk Miss Universekapping, men tað verður tað væntandi í framtíðini.