VIDEO: Føroyski liðskiparin staðfesti sigurin hjá Sandnes ULF

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Sandnes ULF-Egersund 4-2 (2-0)

Gullbrandur Øregaard var sum vant liðskipari, og Olaf Bárðarson var á vøllinum seinasta hálva tíman, tá Sandnes ULF á Øster Hus Arena í Sandnes vann týðandi heimasigur í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Sandnes vann 4-2 á Egersund. Mathias Sundberg legði heimaliðið á odda longu í fimta minutti, og fimm minuttir undan steðginum økti Ole Sebastian Sundgot til 2-0. Egersund fekk spenning í aftur uppgerðina longu í fyrsta minutti í seinna hálvleiki, men seks minuttir seinni hevði Sander Saugestad svara aftur fyri heimaliðið. Tað gingu tó bert tríggir minuttir aftrat, so hevði Egersund minka um munin til 3-2.

 

Í 88. minutti eydnaðist tað tó føroyska liðskiparanum at staðfesta sigurin hjá Sandnes við einum góðum stútara. Andreas Nyhagen syrgdi fyri upplegginum. Talan er um fyrsta kappingarmálið hjá Gullbrandi í hesum kappingarárinum.

 

Sandnes lyfti seg við sigrinum upp á 10. plássið, har teir hava sjey stig fyri sjey dystir. Teir hava seks stig niður til Åsane og Raufoss, ið eru aftast í deildini við einum stigi hvør.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 spælir Sandnes dyst á útivølli móti Åsane. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Sandnes ULF-Egersund 4-2 (2-0):

 

##med2##