Tað upplýsti Johannes Jensen, stjóri í Gist og Vist, í Degi og Viku í kvøld.
Í tvey ár hava tey á Koks bíðað eftir svari frá myndugleikunum, um tey sleppa at byggja matstovubýlingin í Fossdalsgjógv norðan fyri Velbastað.
Nú er tolið uppi. Matstovan hevur undantaksloyvi til at reka matstovuvirksemi frammi við Gjónna, og har eru arbeiðsumstøðunar sera vánaligar hjá starvsfólkunum.
Og tá tey ikki fáa svar frá myndugleikunum eftir at hava bíðað í tvey ár, so hava tey í Gist og Vist fingið nokk. Tí flytur matstovan til Grønlands – til býin Ilimanaq.
Guðrið Højgaard, stjóri í Visti Faroe Islands, harmast um støðuna. Hon sigur, at hetta er eitt sera stórt bakkast fyri føroyska ferðavinnu – í beinleiðis inntøku til Føroyar merkir tað einar 80 milliónir krónur í mistum inntøkum, sigur hon. Men sum branding er tað ein risa stórur missur, sigur hon.
##med2##
Johannes Jensen segði við Deg og Viku, at um tey fáa byggiloyvi í Fossdalsgjógv til ætlanina, so verður hon framd.
Hjá Tórshavnar kommunu hava tey upplýst, at málið er liðugt avgreitt og játtað frá kommununi. Málið liggur nú hjá landsmyndugleikanum, sum skal góðkenna broyting í byggisamtyktini. Talan er eisini um eitt mál fyri friðingarmyndugleikan, og friðingarmál í Føroyum kunnu – vita vit frá øðrum verkætlanum – taka sera langa tíð.