Føroyskur, danskur og franskur tónleikur í Norðurlandahúsinum

Randers Kamarorkestur spælir tónleik eftir m.a. Teit Lassen, tá ið tað hevur konsert í Norðurlandahúsinum 6. mai kl. 19.30.

Randers Kamarorkestur er einasta fasta, professionella kamarorkestur í Danmark. Til konsertina í Norðurlandahúsinum fara tey at spæla føroyskan, danskan og franskan tónleik.

 

Norski saksofonleikarin Anja Nedremo framførir sum solistur í poetisku saksofonkonsertini hjá Jacques Ibert og í einum verki fyri solosaksofon og strúkikvartett hjá Teiti Lassen. Harafturat verður tónleikur eftir Carl Nielsen, Hans Abrahamsen og Gustav Helsted á skránni.

 

##med2##

 

Atgongumerki fáast til keyps á nlh.fo