Føroyskur rithøvundur gevur út altjóða ítrivsbók

Hesa vikuna var bókaframløga á Spinnarínum í Klaksvík, har nýggja bókin "Søstertrik"  var løgd fram av høvundanum Gunvør Reyðberg. Bókin er givin út av kenda danska bókaforlagnum Turbine

Á bókaframløguni hevði Ragnhild Ellingsgaard áhugaverda samrøðu við Gunvør Reyðberg um bókina og innihaldið av bókini, ið eru hugskot og bindiuppskriftir til gentur frá 2 til 8 ár, og dukkur teirra. Bókin er sera vakurt myndaprídd, og ber altjóða dám. Myndirnar hava Miriam & Janus Photography staðið fyri.

 

Spurd hví bókin kemur á donskum forlagi segði Gunvør Reyðberg, at talan er um altjóða stíl, tá binding ikki er bundin av landamørkum, men verður nýtt sum ítriv í øllum londum kring okkum. "Eg vildi tí hava eina professionella redaktión, sum dømdi um tilfarið kundi bera eina slíka altjóða bók. Tíbetur eydnaðist tað væl, og vit eru væl nøgd við nýggju bókaútgávuna" sigur Gunvør Reyðberg.

 

##med2##

Spurd um hon væntar at bókin eisini verður at fáa uttanfyri Danmark og Føroyar sigur Gunvør, "tað vænti eg heilt víst, tí hóast bókin ikki kom út fyrr enn seinast í oktober mánað, so var hon við á stórari bókamessu í Danmark, og har vóru fleiri týsk forløg, ið bjóðaðu uppá útgávurættin av bókini í Týsklandi. Endin var var avtala var gjørd við eitt stórt týskt bókaforlag, so eg vænti at bókin verður givin út í Týsklandi í 2026", sigur ein væl nøgd Gunvør Reyðberg at enda.

 

##med3##

 

Bókin fæst til keyps í føroysku bókabúðunum kring landið.

 

##med4##