Fogh boðin til USA

Danski forsætisráðharrin er boðin til USA at vitja George W. Bush, forseta Eftir ætlanini skal Anders Fogh Rasmussen til Texas at vitja amerikanska forsetan síðst í næsta mánað.

Eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at tað eru bara nakrir fáir ríkis- og stjórnarleiðarar, sum verða bodnir at vitja amerikanska forsetan í Texas, og at innbjóðingin er eitt tekin, um at amerikanski forsetin og danski forsætisráðharrin hava ikki bara politikk at tosa um.

Áðrenn hann fer til Crawford í Texas, skal Anders Fogh Rasmussen hitta amerikanskar politikarar í Washington, skrivar JyllandsPosturin.