info
Ongi úrslit

Fólk skulu ikki bíða leingi eftir at fáa stuðul

Tað verður helst fyrsta dagin at tað ber til hjá fólki at søkja um fíggjarliga kreppuhjálp

Áki Bertholdsen
23. mars 2023 kl. 11:45

Í gjár samtykti Løgtingið uppskotið um fíggjarliga hjálp til tey, sum eru ringast fyri, nú nógvir prísir eru nógv hækkaðir.

Tað verður Almannaverkið, sum skal umsita skipanina, so tað verður hagar, at fólk skulu senda umsóknirnar.

Og Hallur Thomsen, viðskiftastjóri á Almannaverkinum, sigur, at tey ætla at arbeiða skjótt við at avgreiða umsóknirnar.

Enn er lógin ikki lýst, men tað plaga at verða skjótt eftir at hon er samtykt, so tað verður uttan iva fyrsta dagin.

Og Hallur Thomsen sigur, at beinanvegin lógin er lýst, verður umsóknarblað lagt á heimasíðuna hjá Almannaverkinum.

Tá ið eitt líknandi skipan var í gildið í fjør, fingu tey slakar 760 umsóknir umsóknir og tað tók einar tveir mánaðir at avgreiða tær.

Hallur Thomsen sigur, at tá ið umsóknirnar skulu avgreiðast hesa ferð, er telduskipanin longu klár og samstundis eru starvsfólkini komin í vana at viðgera slíkar umstøður.

Tí væntar hann, at avgreiðslutíðin verður styttri hesa ferð.

Av teimum 760 umsóknunum tey fingu í fjør, vóru tað gott og væl helvtin, sum fingu stuðul, og tilsamans fingu tey góðar fýra milliónir í stuðuli.

Øll hini fingu ikki stuðul, tí tey lúku ikki treytirnar.

Næstan helvtin av teimum, sum vóru so illa fyri í fjør, at tey høvdu rætt til fíggjarliga kreppuhjálp, vóru pensjónistar.

Hinvegin eru treytirnar fyri at fáa stuðul hesa ferð, linari enn tær vóru í fjør, so hann væntar fleiri umsóknir hesa ferð.

Eitt nú er tað ikki longur ein treyt, at tey, sum fáa stuðul, skulu hava oljufýr. Nú kunnu fólk við hitapumpu eisini fáa stuðul, og øll, sum leiga, og sum ikki hava serkildar útreiðslur til olju, kunnu somuleiðis fáa stuðul.

Hesa ferð verður barnauppsparing hjá børnum undir 23 ár, og sum búgva heima, ikki tald við og tí verða tað fleiri, sum lúka treytirnar.

– Vit eru fullgreið yvir, at fólk hava rættiliga átrokandi tørv á hjálpini, so vit fara at leggja stóran dent á at hava so stutta avgreiðslutíð sum gjørligt, sigur viðskiftastjórin.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

18 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

NÚSTALGIA: Ein teaturkonsert eftir RIVA og AGGRASOPPAR

1 minuttur síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Kasakstan fyri Moldova í okkara bólki

27 minuttir síðan
Lesarabrøv

Grønland ikki flutt seg á fullveldisleið við nýggju Trygdar- og verjuavtaluni

36 minuttir síðan
Lesarabrøv

Tilfeingisrenta kann ikki roknast í einum tómrúmi

40 minuttir síðan
Tíðindi

Oyggjarnar við Kuba sæddar úr rúmdini

57 minuttir síðan
Fótbóltur

U19-landsliðið tapti fyri Sameindu Arabisku Emirríkjunum

1 tími síðan
Tíðindi

Eingin játtan til at byggja Tjóðleikhúsið í 2027

1 tími síðan
Tíðindi

Vrakleivdir av flogfari funnar í USA

2 tímar síðan
Tíðindi

Handtikin aftur fýra tímar eftir leyslating

2 tímar síðan
Tíðindi

Lula og Bolsonaro bresta saman í tøttum forsetavali

3 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul og liðfelagarnir hava enn fyrsta stigið til góðar

3 tímar síðan
Tíðindi

Eldur kom í bil í Norð­oya­tunli­num

4 tímar síðan