Tað sigur Árni Skaale, sum er limur í Vinnunevndini hjá Løgtinginum, við Kringvarpið.
Málið hevur verið nógv umrøtt, eftir at landsstýrismaðurin í tveimum svarum upp á grein 52-spurningar hevur upplýst, at hann ætlar at útluta fleiri fiskidagar til bólk 5 longu í ár.
Andstøðan er ikki samd um málið.
Framsókn og Tjóðveldi hava greitt boðað frá, at flokkarnir ikki taka undir við ætlanini. Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, og Eirikur í Jákupsstovu úr Tjóðveldi søgdu við Dag og Viku fríggjakvøldið, at teirra flokkar eru ímóti.
Hinvegin hava Sjálvstýri og Miðflokkurin boðað frá, at teir stuðla ætlanini hjá landsstýrismanninum.
Javnaðarflokkurin hevur heldur ikki tikið endaliga støðu alment. Ben Arabo, formaður í Vinnunevndini, sigur við Kringvarpið, at hann ikki vil gera viðmerkingar til málið í løtuni.
Málið um fleiri fiskidagar til bólk 5B hevur sostatt kloyvt bæði andstøðuna og vinnuna, og enn er ógreitt, um landsstýrismaðurin fær politiskan meiriluta fyri ætlanini.












