Fólkavøksturin er størstur í Tórshavnar komunu

Fólkatalið veksur í 18 kommunum av teimum 30 kommununum í landinum, stendur í stað í 2 kommunum og minkar í 10 kommunum.

 

Tað sæst í nýggjastu íbúgvaratølunum, sum Hagstovan hevur kunngjørt.

 

Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 429 fólkum – hetta eru næstan 60% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

 

Síðan er ógviliga langt niður til hinar kommunurnar, til Klaksvíkar kommunu við 72 fólkum og báðar kommunurnar í Vágum við tilsamans 55 fólkum og.

 

Í triðstørstu kommununi, Runavíkar kommunu, vaks fólkatalið bert við 14 fólkum, 1 fólk fleiri enn í Sumbiar kommunu.

 

Í tali er størsta minkingin í Vestmanna, Hvalbiar og Sands kommunum við ávikavist 18, 14 og 13 fólkum.

 

Fuglafjarðar og Tvøroyrar kommunur eru nú farnar upp í vøkstur við áikavist 19 og 9 fólkum, meðan Vágs kommuna veksur við 20 og Sumbiar kommuna við 13.

 

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum er munandi fólkavøkstur í stóru oyggjunum, uttan í Sandoy.

 

Í Suðuroy er støðug minking vend til ein lítlan vøkstur.

 

Í útoyggjum, undantikið Svínoy, stendur fólkatalið sum heild í stað ella minkar nakað.