Ein matstovueigari í Føroyum var fyri tveimum vikum síðani dømdur átta mánaðir fongsulsrevsing og útvístur av landinum við innferðarforboð, fyri kynsligan ágang og harðskap.
Maðurin var dømdur fyri trý forhold. Fyrsta forholdið var fyri harðskap og hóttanir. Á einum rættarfundi í einum øðrum máli, hevur maðurin givið ilt frá sær og hevur hótt ein annan, ið var til staðar á rættarfundinum, eftir lívinum. Aftan á rættarfundin legði ákærdi á hin mannin og gav honum fleiri sløg við knýttum neva. Føroya Rættur dømdi mannin fyri hóttanir og harðskap, og legði til grund, at sløgini ikki vóru givin í einum bardaga, men at talan var um eitt álop. Ákærin førdi fram, at maðurin, ið varð álopin, var vitni í málinum og tí skuldi revsingin endurspegla hetta, men hesum tók dómarin ikki undir við.
Annað forholdið, maðurin varð dømdur fyri, varð fyri at hava tvingað seg til annan kynsligan ágang enn samlegu við eina gentu, ið var til setanarsamrøðu hjá manninum. Undir kanningararbeiðinum hevði løgreglan funnið restir av sáði á klæðunum hjá gentuni. Sum skilst hevði maðurin ikki nýtt harðskap, men á annan hátt nýtt tvang, meðan hann gjørdi seg inn á gentuna. Rætturin legði til grund, at gentan klárt og týðiliga hevði givið manninum til kennar, at hon ikki ynskti hetta.
Triðja forholdið, maðurin varð dømdur fyri, var eisini um kynslingan ágang. Í hesum førinum varð hann dømdur fyri fleiri ferðir at hava nortið við og kela einum starvsfólki hjá sær um búkin, á bróstunum og niður móti undirlívinum, tó altíð uttan á klæðunum. Eisini hendan gentan føldi seg vera undir hóttanum og tvingsli, men hevði, eins og fyrra gentan, sagt greitt frá, at hon ikki var áhugað í manninum. Verjin hjá ákærdi royndi at føra fram, at kvinnan fyrst hevði víst áhuga í manninum, men hesum pástandi vísti dómarin frá sær.
Maðurin hevur kært dómin til landsrættin og í tí sambandi hevur ákærin eisini kært nøkur av punktunum. Ákærin ynskir, at landsrætturin skal taka støðu til, um maðurin í forholdi eitt kann metast at hava gjørt seg inn á eitt vitni í einum rættarmáli, nakað, sum er eitt grovari brotsverk enn vanligur harðskapur, sum hann annars er dømdur fyri. Maðurin varð eisini fríkendur fyri at hava brotið seg inn í sín fyrrverandi bústað, men tá verjin nú hevur kært dómin, vil ákærin eisini hava landsrættin at taka hetta forholdið upp til nýggja viðgerð.