Í staðin fyri at gera ein Fiesta stationcar, koma Ford nú á marknaðin við Ford Fusion, ið er ein MPV útgáva av Fiesta. Talan er um ein rúmligan og praktiskan bil, har tey ferðandi í bilinum sita høgt og hava gott útsýni. Bilurin hevur størri fríhædd og sær út sum ein "off-roadari". Fusion er væl egnaður til ungar barnafamiljur, sum hava brúk fyri einum rúmligum bili, uttan at hann harvið neyðturviliga má vera so stórur. Bilar í hesi støddini verða nógv brúktir sum vørubilar, tí verður tann fyrsti Fusion, ið kemur hendanvegin, ein vørubilur. Bilurin er serliga væl egnaður hjá t.d. handverkarum, ið ikki hava brúk fyri alt ov stórum lastarúmi. Fusion fæst við 1,4 og 1,6 litur bensinmotorum við ávikavist 80 og 100 hk og við einum 1,4 litur TDCi common-rail turbodiesel motori við 68 hk.