Ford Puma ? ein væl koyrandi sport coupé

Í sambandi við at liðin eru 75 ár síðan Ford umboðið kom á føroyskar hendur, hava vit royndarkoyrt tveir Ford bilar, ið eru tiknir heim til hátíðarhaldið.

Magnus Gunnarsson



Puma er navnið á einari stórari gulgráari kettu, sum fyri tað mesta er at finna í fjallalendinum í norður og suðuramerika.


Sport coupé

Ford Puma er ein sport coupé, har gott pláss er til tvey vaksin framman, meðan baksetrini eru best egnaði til smærri fólk og børn. Ì slíkum bilum hevur útsjóndin og koyrieginleikar meira at siga enn plássið. Puma líkist nógv tí størra Ford Cougar.

Innan situr alt sum tað skal. Instrumentini eru týðulig, løtt at avlesa og kontaktirnar eru líka við hondina. Setrini er sera góð og stútt at sita í, eisini um ferðin er í meira lagið í svingum.


Fiesta plattform

Puma er bygdur yvir ein Fiesta plattform. Motorurin er 1,4 litur 16V við 90 hk, ið kraftar væl, og bilurin er lættur at koyra. Puma hevur sportligar koyrieginleikar, og liggur væl á vegnum, eisini í svingum. Viðførisrúmið er 240 litrar, men við at leggja baksetrið niður verða 710 litrar at ráða yvir, so tvey fólk hava nokk av plássi til viðføri. Tá man trýstur á knøttin til viðførisrúmið, fer lúkan spakuliga upp, uttan at man rørir við hana. Hetta kann vera sera hent, tá man kemur til bilin við fleiri beriposum.

Jubileumstilboð

Av útgerð kann nevnast ABS bremsur við elektroniskari fordeiling av bremsukraftini, airbag til førara og síðumann, sentrallás, PATS startsperru, aluminium gearknøtt, leðurrætt, el-rútar framman og Ford 5000RDS radio við kasettuspalara.

Puma eigur at kosta kr. 202.000,- men verður seldur sum jubileumstilboð fyri einans kr. 149.000,-.