Ætlanin um at gera tað ólógligt hjá ungum undir 18 ár at fara í solarium í Føroyum, er steðgað.
Tað váttar Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, í dag.
Í fleiri ár hevur ætlanin verið at leggja uppskot fyri Løgtingið um at gera tað ólógligt hjá ungum undir 18 ár at brúka solarium. Endamálið við tí er at fyribyrgja tilburðum av krabbameini í húsini og móðurmerkjakrabba.
Hetta er eisini eitt av tilmælunum í krabbameinsætlanini og hetta er somuleiðis ein ætlan, sum Krabbameinsfelagið, tekur undir við.
Eisini danska krabbameinsfelagið tekur undir við at forða ungum undir 18 ár at brúka solarium og í Noregi er tað bannað.
Í langa tíð hevur ljóðað, at eitt uppskot um hetta eisini hevur verið klárt at leggja fyri Løgtingið. Men stígur kom í ætlanina av politiskum áðum - Tað er eftir øllum at døma onkur, sum leggur støri dent á áhugamálini hjá nøkrum handilsfólkum, enn at fyribyrgja krabbamein, tók hann turrisliga til á landsfundinum hjá Miðflokkinum herfyri. Og Í dag boðaði hann frá á tingsins røðarapalli, at uppskotið verður av ongum, í hvussu so er fyribils, tí at hann er steðgaður politiskt.
Karsten Hansen sigur, at samgongan skal vera samd um tey uppskot, sum eru løgd fyri Løgtingið, men at semja er ikki um hetta uppskotið.
Hann vil ikki siga akkurát, hvør flokkur tað er, sum steðgar uppskotinum, men aðrastaðni hava vit fingið váttað, at talan er um Fólkaflokkin.
Tað samsvarar eisini væl við tað, Fólkaflokkurin hevur ført fram, tá ið málið áður hevur verið til umrøðu í Løgtinginum. Har hava tingfólk fyri fólkaflokkin talað ímóti bannið. Tey hava ført fram, at forboð er skeivt og at tað er betri við upplýsing.
Tingfólk hava eisini ført fram, at umsitingarliga er tað ov tvørligt hjá teimum, sum hava sól, at ansa eftir, at eitt slíkt forboð verður hildið.
Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi, hevur ongar viðmerkingar til málið í dag.
Han staðfestir, at málið er ikki liðugt viðgjørt í samgonguni og fyrrenn tann viðgerðin er liðug, hevur hann onga viðmerking.
Karsten Hansen staðfestir, at strálurnar frá solarium eru so vandamiklar, at tær eru flokkaðar í sama vandabólk sum asbest, arsenikk og tubbak.
- Sólarljós og solarium sól eru vanligastu orsøkirnar til móðurmerkja- og húðkrabbamein, staðfestur Karsten Hansen.
Ein kanning hjá Gallup í Føroyum vísir, at 24 prosent av teimum ungu í aldrinum frá 15 til 24 brúka solarium.
Samstundis er vísindaliga staðfest, at tess fyrr, fólk fara at taka sól, tess størri er vandin fyri at fáa krabbamein.
- Vandin at fáa krabbamein av solarium, er serliga stórur hjá teimum, sum fara at taka solariumsól, tá tey eru tannáringar ella í tjúgunum.
- Við tað, at tað er eitt vísindaliga staðfest samband millum solariumsól, krabbamein og byrjanaraldur, er tað tí týdningarmikið, at serliga børn og ung ikki taka solariumsól, sigur Karsten Hansen
Hann vísur eisini á, at alheims heilsustovnurin, WHO, hevur mælt til, at hava fólk tørv á at fáa fleiri D-vitaminir, enn til ber at fáa við vanligum sólarljósi, eigur hetta at verða gjørt umvegis kostin og ikki við at brúka solarium.
|