Foreldur í Skopun eru stevnd

Ingun Simonsen, fyrrverandi fyrsti lærari í Skopun, hevur stevnt foreldrum í Skopun fyri »forstyrrelse og ødelæggelse af forhold«

Stríðið um fyrsta læraran í Skopun er ikki endað enn.
Fyri nøkrum mánaðum síðani tók stríð seg upp í Skopun um fyrsta læraran, Ingun Simonsen, tí foreldur savnaðu saman undirskriftir, har tey kravdu at fáa betri viðurskifti fyri børn teirra í skúlanum. Hetta endaði við, at fyrsti lærarin Ingun Simonsen, fór frá og Sigurd Bærentsen eisini flutti úr skúlanum.
Nú hava 24 foreldur í Skopun fingið boð um at møta í rættinum tann 19. november klokkan 10.30.

Nøkur pilkað frá

Sambært foreldrunum verða tey saksøkt fyri »forstyrrelse og ødelæggelse af forhold«, og sagt verður, at foreldrini hava skyldina av, at Ingun ikki fær arbeiði nakrastaðni ? hóast hon nú arbeiðir í Hoyvíkar skúla.
? Vit hava ongantíð skrivað undir, at vit vildu hava hana frá, siga foreldrini í Skopun.
? Vit skrivaðu undir uppá, at vit vildu hava frið at valda á skúlanum. Sjálvandi vilja foreldur at alt skal fungera sum best fyri teirra børn, og tað var tað, sum vit skrivaðu undir.
Men sakførarin hjá Ingun Simonsen, Sigmund Poulsen, sigur, at foreldrini hava sagt, at um Ingun ikki fór frá sum fyrsti lærari, so tóku tey barnið úr skúlanum.
? Og tað er ein rættiliga grov ákæra, sigur Sigmund Poulsen.
24 foreldur eru stevnd, men tað vóru 27, sum hava skrivað undir brævið. Sostatt eru trý foreldur pilkað burturúr.
? 27 foreldur skrivaðu undir brævið av fyrstan tíð, sigur Sigmund Poulsen, advokatur.
? Men tann tíð tað var, sendi eg eitt bræv til foreldrini, og tá vísti tað seg, at trý av teimum tóku undirskriftirnar aftur. Hetta varð gjørt longu í mei-juni mánaða, so tað er ikki nakað nýtt, greðir advokaturin frá.
Foreldrini siga seg ikki hava nakað ímóti at fara í rættin, tí standa fast við tað, ið sagt og gjørt er. Men tey siga seg vera kedd um, at Sigurd Bærentsen varð noyddur at fara í annað starv.
? Bæði Sigurd Bærentsen og Ingun Simonsen áttu at kunna verið her í dag, men soleiðis er tað bara ikki. Men vit standa fast við okkara. Vit hava ikki gjørt nakað galið, og tí hava vit onki ímóti at fara í rættin.
Foreldrini siga, at Ingun Simonsen metir seg verða forfylgda av foreldrunum, men foreldrini meta, at Ingun forfylgir teimum.
Sjey skjøl eru viðløgd í stevningini, og í øllum teimum sjey skjølunum hevur hon bara navngivið ein persón.
? So um nakað er forfylging, so er tað júst tað, siga foreldrini í Skopun.
? Tá foreldur í Skopun siga, at fyrsti lærarin heldur áfram við at leggja forðingar í vegin, og at tey taka barnið úr skúlanum um hon ikki fer frá, tá er tað rættiliga álvarsamt, sigur Sigmund Poulsen at enda.