Foreldur vónsvikin: Deyðfødda gentan skuldi skrásetast

6. desember 2016 søktu Fróði Ejdesgaard og kona hansara um gravarhjálp til at jarða dóttur teirra, sum var deyðfødd.

 

 

Tey viðheftu umsóknarskjalið og faktura uppá eina lítla kistu, sum kostaði 2800 krónur. Sambært skjølunum høvdu foreldrini rætt til 2000 krónur frá Heilsutrygd, og tey valdu tá at bíða við at rinda rokningina inn til tey høvdu fingið peningin.

 

 

Tey fingu tá ein teldupost, sum segði, at skjølini vóru móttikin og send til rætta viðkomandi, greiðir Fróði Ejdesgaard frá.

 

 

Fyrst í apríl mánaða fingu tey rykkjara um at rinda fyri kistuna, og tey greiddu frá, at tey ongan penging høvdu fingið frá Heilsutrygd. Tey fingu tá at vita, at tey skuldu viðhefta kvittan fyri kistuna eisini. Tey rindaðu kistuna og sendu kvittanina til Heilsutrygd, men peningurin kom ikki.

 

 

4. mai fáa tey teldubræv frá Heilsutrygd har tað stendur, at treytin at fáa stuðul frá Heilsutrygd er ásett í grein eitt í løgtingslóg nummar 178 frá desember 2009 um almenna heilsutrygd. Har stendur skrivað at: “Persónar, ið eru búsitandi í Føroyum, hava rætt til veitingar sambært hesi lóg”  Heilsutrygd tulkar hesa grein soleiðis, at persónar sum eru búsitandi í Føroyum eru persónar sum eru skrásettir í Landsfólkayvirlitinum. Dóttur tykkara varð ikki skrásett í Landsfólkayvirlitinum, tá ið hon varð fødd.”

 

 

Síðani mátti Fróði Ejdesgaard skriva umbøn til Umhvørvisstovuna um, at deyða dótturin skuldi verða skrásett og fáa p.tal. og harvið vera føroyingur.

 

 

Fróði Ejdesgaard sigur, at hann og kona hansara ikki fingu nakrar av hesum upplýsingunum áðrenn dóttir teirra varð jarðað, og nú eftir samskiftið við Heilsutrygd hava tey fingið lovað, at mannagongdirnar verða broyttar, men óvist er just hvussu hetta verður gjørt, greiðir hann frá.

 

 

-Hetta er  bæði fyrstu og síðstu ferð dóttir okkara hevur nakað við tað almenna at gera, og tí átti ein betri mannagongd verið fyru foreldur í hesi støðuni. Møguliga kundi p.talið hjá mammu ella pápanum verið nýtt í slíkari støðu, heldur hann.



Eg skilji slett ikki, hví foreldrini skulu søkja um at skráseta barnið á landsfólkayvurlitinum.  Hetta er óneyðugt hjá foreldrum, sum hava mist eitt barn, at skula stríðast við sigur pápin.

 

 

-Heldur ikki skilji eg, hví dóttir okkara slett ikki er skrásett sum føroyingur, hóast hon var deyðfødd, sigur hann.