Heiti miðarhavsvindurin blæsir inn yvir okkum á strondini Barceloneta. Sandurin strekkjur seg fleiri kilometrar og tað kennist løgið at hugsa sær, at fyri einum hálvum tíma síðani, stóðu vit mitt í meldrinum á La Rambla, høvuðsgøtuni í Barcelona.
Vit eru tveyeini. Børnini eru heima hjá ommu og abba, og nú skulu vit njóta hendan vakra bý og hvønn annan eitt gott og langt vikuskiftið saman. Men vit eru ikki tey einastu, sum hava fingið hetta hugskotið, tí allastaðni ganga forelskað pør og leiðast.
Barcelona er næststørsti býurin í Spania og høvuðsstaður í landspartinum Katalonia. Býurin liggur við Miðarhavið og tekur árliga ímóti milliónum av ferðafólki.
Síðan OL í 1992 veruliga setti býin á heimskortið, hava alt fleiri funnið sær leiðina til hendan spennandi stórbý.
Hóast áhugamálini hjá okkum báðum eru ymisk, líka frá mentan til mat, shopping og sól, so eru góðir møguleikar fyri øllum. Heldur ikki at gloyma stadion Camp Nou, har heimaliðið Barcelona undirheldur við beistaktiga góðum fótbólti hvørt vikuskifti. Nýggjasta stjørnan Zlatan Ibrahimovic fer óivað at lokka enn fleiri til dystirnar.
Maðurin var eitt sindur keddur um, at uppihaldið bert var frá hósdegi til leygardag, og tí fingu vit ikki tíð at fara til fótbóltsdyst. Men hann varð uggaður, tá ein hýrivognur koyrdi okkum til stadion, so hann kortini slapp at síggja vøllin har stjørnurnar leika.
Heimskendi arkitekturin
Fremsti og kendasti barcelonin eitur tó ikki Zlatan Ibrahimovic, men Antonio Gaudi (1852–1926). Hesin heimskendi arkitekturin handan kendastu bygningarnar í Barcelona, har ein fullkomiliga verður tikin av bóli, so øðrvísi, fantasifullir og stórbarir teir eru.
Gaudi fekk íblástur úr náttúruni og vildi at bygningar hansara skuldu veksa fram sum ein skógur ella sum ein bylgja á havinum. Casa Batlló og Casa Milà stóðu liðug áðrenn deyða hans í 1926, meðan kirkjan, Sagrada Família framvegis stendur í gerð hendan dag. Nær, ella um, hon nakrantíð verður liðug, veit ongin at siga. Tá vit vitjaðu kirkjuna arbeiddu fleiri fólk á henni, bæði uttan og innan, og nú verður væntað, at hon stendur liðug í 2020.
Gamlil býarparturin
At spáka í Barcelona er ein uppliving fyri lívið. Gamli gotiski býarparturin við sínum trongu gøtum er avbera hugnaligur. Eixample har alt byggjarí er fýrakantað, er bæði opið og vakurt. Miðbýurin er lítil, so har ber til at síggja nógv á einum gongutúri upp á nakrar tímar.
Nógvar smáar kaffistovur eru kring allan býin. Verða beinini troytt, er tað bara at seta seg niður og hyggja at fólkalívi og gyklarum. Á hvørjum horni á La Rambla standa livandi standmyndir og kappast um at síggja mest veruligar út.
Tapas er matur, sum ein og hvør eigur at royna. Hetta eru smárættir, ið fevna um alt frá fiski til luftturkaða skinku, grønmeti, epli, skeljadjór og so framvegis. Nógvar tapas matstovur eru, og við einum glasi av sponskum reyðvíni afturvið, er tað ein frálík máltíð.
Vilt tú taka eitt sindur av Barcelona við heim, er søluhøllin La Boqueria á La Rambla, besta staðið at fara. Her selja tey ALLAN spanskan mat, sum ein kann hugsa sæð. Smáar matstovur eru eisini inni í søluhøllini, og tey frískpressaðu djúsini eru einki minni enn fantastisk.
Í skýmingini fara túsundatals fólk niðan til fjallið Montjuïc at hyggja at víðagitna springvatninum Font Maqica, har tónleikur, litir og vatn harmonera til kendan klassiskan tónleik. Til tónarnir frá Queen "Barcelona" meðan litir og vatn dansa við, er tað ein sjón, ið ein ongantíð gloymur. So tað er eitt perfekt punktum fyri tveir fantastiskar dagar í Barcelona.