Forkunnug mynda­fram­sýn­ing í Svínoy

Myndaframsýningin lat upp í morgun klokkan 10.00 í Svínoy.

Orð og mynd: Birgir Waag Høgnesen

Í heystfrítíðini verður ein forvitnislig myndaframsýning í Svínoy.

 

Skúlaárið 1976-1977 var Símun Waag Høgnesen læraravikarur í Svínoy, og hann, konan og yngsti sonurin fluttu út hagar.

 

Símun tók fleiri myndir, meðan tey búðu harúti.

 

Nú geva synirnir svínoyingum og øðrum áhugaðum møguleika at síggja hesar myndirnar. Talan er um 70 - 80 myndir.

 

Framsýningin verður í dansistovuni í Svínoy og hongur uppi frá mánadegnum 13. oktobur til sunnudagin 19. oktobur.

 

Orð og mynd: Birgir Waag Høgnesen