So er tað staðfest, sum síðstu vikurnar hevur ligið í kortunum. KÍ kvinnurnar hava vunnið FM heitið í kvinnufótbólti.
Í fínum fótbóltslíkindum var síðsti dyturin í dag á Eiðinum í Klaksvík, har KÍ spældi ímóti NSÍ. Úrslitið var 2-2, eftir at NSÍ í steðginum var frammanfyri 2-1.
KÍ hevur í dag tryggjað sær FM fyri 24. ferð, og NSÍ, sum í fjør var meistari, hevur fingið handað silvurkrónurnar.
Malena Olsen legði KÍ á odda við fínum stútara eftir fínt innlegg úr vinstru frá Tórunn Højgaard Joensen. Tað var í áttanda minutti, og síðstu átta minuttirnar undan steðginum skoraði NSÍ tvær ferðir. Í fyrra førinum var tað Heidi Sevdal, sum við nærra stólpa og við høvdinum snittaði bóltin í málið eftir innlegg úr høgru frá Jonnhild Sondum, og fýra minuttir undan steðginum var tað Sigrid Jacobsen, sum eftir aftur og fram setti bóltin í málið.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað miðvallarin Maria Vinjardsdóttir Johansen, sum javnaði til 2-2. Uppleggið átti Durita Humeland.
Christian Andreasen FSF forseti og Kristin Dam Ziska aðalskrivari hava handað KÍ kvinnunum gullkrónurnar og FM steypið, sum fyri 24. ferð er í Klaksvík.
Fyrr í dag tryggjaði HB sær bronsumerkini, tá ið tað endaði við 4-0 heimasigri ímóti Víkingi, sum var fjórða liðið í FM endaspælinum.
##med2##
Christian Andreasen FSF forseti handara Sannu Svarvadal KÍ liðformanni FM steypið