Folkakirkjan.fo
Talan er trý støð, har gudstænasta verður hildin: Glyvra kirkja, Rituvíkar kirkja og Bønhúsið í Søldarfirði.
Gimmi er ættaður úr Klaksvík og er doyptur Símun Pauli Olsen. Eisini í kirkjuligum høpi fara vit at nýta navnið Gimmi, sum hann hevur borið alt frá barnaárum.
Tríggjar umsóknir komu til kallið. Tænastutíðin er frá 1. november 2025 – 31. januar 2026.
Hóast Gimmi ikki er prestvígdur, hevur hann drúgvar royndir innan kirkjugátt. Hann hevur gjørt tænastu í Noregi sum vikarprestur. Tey mongu seinastu árini hevur Gimmi verið partur av og virkað í tøttum samstarvi við lutherskar kirkjur í Grønlandi, Noregi, Aserbadjan og Mali.
Í knapt 8 ár hava hann og konan búð í Grønlandi. Gimmi hevur starvast á grønlendska Universitetinum (Setrinum), har hann undirvísti teimum komandi prestunum í grønlendsku fólkakirkjuni. Harafturat hevur hann granskað í praktiskum grønlendskum kirkjulívi, serliga innan diakoni.
Gimmi verður prestvígdur í Glyvra kirkju mikukvøldið 22. oktober kl.18.00. Undir somu gudstænastu skipar dómprósturin hann í kallið sum virkandi sóknarprestur.
Gudstænastan er almenn, og øll eru vælkomin.