Tveir framúrskarandi tónleikarar úr heimskenda London Symphony Orchestra (LSO) eru í løtuni á vitjan í Føroyum. Tað eru Olivier Stankiewicz, sum er solooboleikari í LSO og Joost Bosdijk, sum er fagottleikari í LSO og professari á Royal College of Music í London.
Aftur at sær hava teir fingið Sámal Petersen, sum spælir violin og er konsertmeistari í Føroya Symfoniorkestri og Jóhannes Andreasen, sum til hesa konsertina fer at spæla á cembalo.
Teir fara at hava konsertir Hvítusunnudag í Skálanum í Klaksvík og 2. hvítusunnudag í Sjóvinnuhúsinum í Havn (nýggju hølini hjá Fróðskaparsetrinum á Vestaru bryggju, har saltsøla var fyrr). Báðar konsertinar verða kl. 16.
Til hetta høvið hava teir útsett eitt lag úr gomlu nótabókini hjá Svabo frá 1775. Harumframt spæla teir tónleik eftir tónaskaldini Zelenka og Telemann, ið somuleiðis vóru virkin í 1700 talinum.
Atgongugjald verður ikki kravt, men fólk kunnu lata eitt oyra við dyrnar.
Tiltøkini eru eisini at finna á Facebook við at trýsta á býarnøvnini undir her: