Heimasíðan hjá Dimmalætting skrivaði fyrrapartin í gjár, at Høgni Madsen var givin í NSÍ. Seinni endurgav Portalurin hesa somu søgu, men í gjárkvøldið høvdu tey á Dimmalætting tikið sína søgu av heimasíðuni.
Samstundis stóð einki at lesa á heimasíðuni hjá NSÍ um hetta mál, og tískil hevur mikið tos verið um, hvat í veruleikanum er farið fram. Tískil ringdu vit á blaðnum til formannin í starvsnevndini hjá NSÍ í morgun, fyri at gera status í málinum.
– Status er, at fjølmiðlarnir skriva søgur uttan at fáa hesar váttaðar, staðfesti Andrias Lamhauge.
Hann greiddi síðani frá, at Høgni Madsen og NSÍ samráðast um framtíðar samstarv teirra, men at so leingi hesar samráðingar eru, er Høgni Madsen framvegis knýttur at NSÍ.
– Hesar samráðingar enda helst seinni í dag, legði Andrias Lamhauge aftrat.