Hóast stóra arbeiðsbyrðu í gerandisdegnum tók formaðurin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, Jónsvein Bjartason, av eini áheitan frá fundarfólkinum um at halda fram sum formaður, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Umframt val til teir ymsu álitispostarnar, var orðaskifti um dagsins politisku støðu. Rani Nolsø, býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin í Klaksvík, helt gestarøðu um avbjóðingar, frælsi, dirvi og um tað neyðuga í, at føroyingar nú taka seg saman og taka endaliga avgerð til tjóðskaparspurningin, sum merkir loysing.
Kjakast varð um nógv samfelagsmál á fundinum, sum tildømis fiskivinnulóggávu, einskiljingar, republikkina, mentamál, sosialmál og javnstøðu. Tosað varð eisini um tað neyðuga í at gera upp við valdið, sum nú situr, »ið við løgmanni á odda bara hevur eittans endamál at stuðla danskari nationalismu og hjálandagøllhaldi í Føroyum, ímeðan tjóðskaparrørslan verður hildin frá valdinum«, skrivar Eysturoyar Tjóðveldisfelag í tíðindaskrivi. Víðari stendur har, at »flaggmálið í Reykjavík varð tikið fram sum dømi um, at júst har – í tí sum onkur í fáfongd rópar symbolikkur – stendur stríðið ímillum føroyskt og danskt vald í Føroyum. Ein ambassada umboðar eitt land, eina tjóð, ein nationalstat, tí er hesin spurningurin so avgerandi, hvørt sendistovan umboðar okkum ella danir«.
Semja var um at fara undir fyrireikingarnar til løgtingsvalið skjótast gjørligt við herrópinum um tjóðarfrælsi í komandi valskeiði.
Fundurin hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag, sum varð hildin í Glyvra-Hanusarhúsi í Norðragøtu, gjørdi nógv burtur úr javnstøðuni og kvinnuliga leiklutinum í politisku skipanini.
Felagið ætlar at gera alt fyri, at eins nógvar kvinur sum menn eru at velja ímillum, tá ið veljarin skal taka støðu og seta kross við komandi løgtingsval.
Umframt nevnd, varð floksting, aðalstjórn og grannskoðarar valdir á aðalfundinum. Í nýggju nevndina komu Jónsvein Bjartason, formaður, Kristbjørg Toftegaard, næstformaður, Magni Joensen, ritari, Herbert Olsen, peningarøkil, Tórbjørn Jacobsen, Andrea Eldevig og Olaf í Garði Joensen. Eykalimir eru Jóannes Johannessen og Hallur Ellingsgaard.
Í flokstingið komu Jónsvein Bjartason, Dia Ellindsson, Jóannes Eliasen, Magni Joensen og Olaf í Garði Joensen. Her eru eykalimirnir Herbert Olsen og Jóannes Johannessen.
Til aðalstjórnina varð valdur Jónsvein Bjartason, meðan Kristbjørg Toftegaard gjørdist eykalimur. Grannskoðari er Fríðfinnur Jonsson og varagrannskoðari Jógvan Næss.