Sámal Ímundarson, formaður í B36 :
Formaðurin í B36, Sámal Ímundarson er tann formaðurin, sum hevur upplivað ta størstu afturgongdina, har liðið hjá honum er dottið av fyrsta plássinum í fjør, og niður á sætta plássið hetta kappingarárið. Leygardagin kundi B36-formaðurin tó fegnast um, at nakrir spælarar, sum eru uppaldir í felagnum fingu møguleika at royna seg á besta liðnum í dystinum ímóti Víkingi, sum endaði við javnleiki 1-1. Robert Heðin Brockie slapp at royna seg, og tann ungi Jákup Højgaard slapp at verja málið hjá B36. - Vit hava hetta kappingarárið havt heilar átta debutantar, og tað kunnu vit staðfesta sum eitt stórt framstig, slær B36-formaðurin fast, tá Rás2 prátaði við hann leygardagin. - Bæði Robert Heðin Brockie og Jákup Højgaard spældu væl ímóti Víkingi, og tað fegnast Sámal Ímundarson um. B36-formaðurin fegnast eisini um, at felagið fyri fyrstu ferð síðani 2005 hevur eitt lið í tí næstbestu deildini, og at U18 liðið vann gull í steypakappingini, og silvur í landskappingini. Sámal Ìmundarson er eisini stoltur av avrikinum hjá B36 í Champions League undankappingini, har tað eydnaðist at fáa tveir 0-0 javnleikir ímóti norðurírska meistaraliðnum, Linfield FC. Tíverri fór B36 út aftaná brotssparkskapping.
Brúka egið leikaratilfar
B36 fer at hava ein bíligari hóp til komandi kappingarár, har meira verður satsað uppá egið leikaratilfar. - Vit kunnu fegnast, um at vit nóg mikið av fólki, sum kemur at mynda B36 í framtíðini. B36 formaðurin vónar, at allur hópurin til 2013 er tryggjaður væl áðrenn komandi ársskiftið. - Vit hava fingið nakrar váttanir uppá, at menn fara eisini at spæla fyri okkum komandi ár. Enn hava vit ikki kunngjørt nøvn, men tað fara vit so at kunngera í nærmastu framtíð. Tað er eitt stórt puslispæl, sum skal ganga upp, og hjá okkum verður tað soleiðis, at vit koma at skera fíggjarætlanina fyri komandi kappingarár. Hetta krevst fyri at reka felagið á einum fíggjarligum sunnum støði, staðfestir Sámal Ímundarson.
Heðin Mortensen, formaður í EB/Streymi:
Aftaná tann størsti gullrómurin hevði lagt seg fekk Tróndur Arge orðið á Heðin Mortensen, sum er formaður í EB/Streymi. - Hesin dagurin hevur verið fantastiskur. Eg var rættiliga vísur í, at tað fór at bera heim hjá okkum, segði Heðin Mortensen við Trónd Arge. Heðin Mortensen hevur verið nøgdur við tað, sum hansara menn hava avrikað kappingarárið 2012.
- Vit hava spælt væl, vit hava verið úti í Europa, og vit hava fingið nøkur góð úrslit, staðfestir Heðin Mortensen. Formaðurin í EB/Streymi viðgongur tó, at hann var rættiliga óttafullur, tá NSÍ javnaði til 1-1 í fyrra hálvleiki. - Eg gekk og mól, tá kláraði eg ikki at standa stillur, viðgongur Heðin. Tá EB/Streymur kom uppá 3-1 byrjaði hann tó at trúgva heilt og fult uppá, at nú fór tað at eydnast hjá felagsliðnum í Sundalagnum at fáa gullið til høldar, men tað blivu aftur nógvir nervar, tá NSÍ minkaði um munin til 3-2.
Hava einki gjørt enn
Spurdur um komandi kappingarár, svarar Heðin Mortensen, at teir hava einki gjørt við tann spurningin enn. - Vit fara at byrja komandi viku at tosa við spælararnar, og so vóna vit tað besta til komandi kappingarár. Formaðurin í EB/Streymi sigur seg tó ikki vita nakað um, at EB/Streyms-legendan, Sorin Anghel fer at gevast í EB/Streymi. - Sorin hevur einki sagt við okkum í nevndini, at hann ætlar at gevast. Næstu vikurnar fara at vísa hvussu sterkur EB/Streyms-hópurin verður, kappingarárið 2013.
Finnbogi Arge, formaður í HB :
Formaðurin í HB, Finnbogi Arge stórfegnast um bronsukrónurnar, aftaná tað slaka kappingarárið hjá HB í fjør. - Hetta er ein fantastiskur dagur hjá okkum. Hetta er næstan betri, enn vit kundu droymt um, tí fara vit 5-6 umfør aftur, so sá einki serligt út hjá okkum at fáa heiðursmerki, og at sleppa út í Europa, staðfestir ein fegin HB-formaður. - Tað sá eitt sindur vónleyst út, men vit vóru fleiri sum trúðu uppá tað, og tað gekk, um enn tað var ógvuliga tepurt. Finnbogi Arge heldur, at um teir skuldu seta málsetningin í mun til 8. plássið í 2011, so var uppgávan rættiliga takksom. Hann fegnast kortini um, at spælarar og leiðsla vildu meira. Hann fegnaðist eisini um, at tilgongdin í summarsteðginum við Rógva Poulsen, Jóhan Troest Davidsen og Gunnari Haraldsen munaði væl í síðsta enda. Finnbogi er eisini glaður um, at HB leikliga hevur víst seg frá síni bestu síðu tey seinastu umførini.
Manglar tað síðsta
Finnbogi Arge dylur ikki, at HB hevur enn størri ambisjónir til kappingarárið 2013: - Tað er deiligt, at vit eru komin upp har, sum vit hoyra heima, og nú mangla vit bara tað síðsta. Men tað verður komandi kappingarár, tá koma vit heilt uppá toppin, staðfestir HB-formaðurin uttan at blunka. Finnbogi heldur ikki, at tað er neyðugt at styrkja núverandi hópin hjá HB tað heilt stóra. - Um liðið byrjar komandi kappingarár, sum teir hava endað hetta kappingarárið, so verður ikki neyðugt at styrkja hópin hjá okkum. Tað sum ræður um hjá okkum er at varðveita spælararnar, sum eru í hópinum nú, og tí eru vit farnir tíðliga út at gera sáttmálar, slær tann optimistiski HB-formaðurin fast, tá Rás2 tosaði við hann leygardagin.
Ólavur Larsen, formaður í ÌF :
Formaðurin í ÍF hevur eina fantastiska góða kenslu, nú ÍF hevur fingið tað besta úrslitið í landskappingini, síðani FM-heitið í 1979. ÍF eru ósigraðir í 13 dystum, men givið er, at tveir javnleikir kostaðu ÍF meistaraheitið í síðsta enda. Serliga 0-0 javnleikur á Toftum í triðseinasta umfari. - Vit spæla ímóti einum krútsterkum HB-liði í Fuglafirði, so eg eri tá samanum kemur nøgdur. Vit vóru eisini skerdir til dystin ímóti HB, staðfesti Ólavur Larsen tá Rás2 hevði formansrundina leygardagin. - Rammurnar rundan um dystin vóru heilt fantastiskar. Fjeppararnir høvdu hitað upp til dystin, og teir stuðlaðu liðnum ótrúliga væl gjøgnum allan dystin. Spælararnir gjørdu alt hvat teir kundu, so vit kunnu ikki krevja meira. Samanhaldið á liðnum hevur verið heilt fantastiskt. Eg havi ongantíð áður sæð eitt slíkt kollektiv áður, slær Òlavur fast. ÍF-formaðurin heldur, at danski venjarin, Flemming Christensen hevur lært ÌF-spælararnar at stríðast fyri hvørjum øðrum, og tað fegnast hann um.
Evropeiska avbjóðing týdningarmikil
Silvurið sum ÌF hevur fingið til høldar gevur ÍF møguleikan at taka lut í Europa League undankappingini komandi ár. Tað heldur Ólavur er ein góð gularót hjá serliga teimum yngru spælarunum á liðnum. Men eisini hetta hevur eina lítla baksíðu: - Vit vita, at tá lið skulu út í Europa, so fer nógv orka til tað kappingina, og tað kostar ofta í heimligu kappingini. EB/Streymur kláraði tó europeisku avbjóðingina, og megnaði at fara avstað við meistaraheitinum, og teir mundu eisini blivið steypavinnarar, og tað heldur Ólavur er einastandandi væl klárað av meistaraliðnum. Ólavur Larsen fegnast eisini um, at tað var útselt til silvurveitsluna í mentanarhúsinum. - Tað prógvar eisini tann ótrúliga uppbakningin vit hava í Fuglafirði,staðfestir ein stoltur ÌF-formaður. Òlavur torir ikki at lova, at ÍF-hópurin verður eins sterkur komandi ár, sum í ár, nú nakrir av teimum ungu spælarunum fara niður at lesa, men nevndin hjá ÌF fer at gera sítt ítarsta til at snikka saman ein sterkan hóp til 2013.
Tummas Lervig, formaður í KÍ :
Sjálvt um tað miseydnaðist hjá KÍ at fáa heiðursmerki, og at vinna seg út í Europa, so er formaðurin í KÍ ikki bara ónøgdur við kappingarárið hjá besta mansliðnum. - Tá vit gjørdust nummar fimm, sum uppflytarar í fjør, so settu vit okkum fyri, at vit skuldu hava eina betri endastøðu hetta kappingarárið. Tann setningurin er so greiddur við fjórða plássinum vit fingu hetta kappingarárið, staðfestir Tummas Lervig, formaður í KÍ. - Vit hava gjørt tað við stíli í ár. Vit eru farnir frá 34 stigum í fjør til 45 stig í ár. Og vit eru eisini farnir frá minus tveimum málum á málúrtøkuni til pluss 15 mál á málúrtøkuni hjá okkum. Vit hava toppskjúttan, Páll Klettskarð, sum hevur skotið 22 mál, og vit hava ein ungan hóp, sum bara er 22,3 ár. Sjálvandi hevur tað eisini verið rutsjitúrur, tí vit hava gjøgnum kappingina bæði verið nummar eitt, tvey og trý á stigatalvuni, greiðir Tummas Lervig frá.
Gera seg klárar til 2013
Formaðurin í KÍ ætlar ikki eina verri endastøðu komandi kappingarár. - Vit hava gjørt okkum til reiðar at fara sterkir inn í komandi kappingarár 2013. Tá man hevur fingið eitt fjórða pláss, aftaná eitt fimta pláss, so er givið, at ein fer eftir triðja plássinum ella betur, slær KÍ-formaðurin fast, tá Rás2 tosaði við hann leygardagin. KÍ-formaðurin fegnast um teir dystirnar, har teir hava verið trýstir niður í botn, men hava kortini megnað at vunnið seg uppaftur, ikki minst tá liðið vendi 0-3 ímóti Vìkingi til javnleik 3-3. KÍ-formaðurin letur ongan iva verða um, at teir fara framvegis at satsa uppá egið leikaratilfar. Haraftrat kann formaðurin fegnast um Atla Danielsen, sum nú aftur spælir við barndómsfelagnum komandi kappingarár.
Forkvinnan hjá NSÍ, Kinna Olsen :
Forkvinnan hjá NSÍ, Kinna Olsen er væl nøgd við mátanum NSÍ endaði landskappingarárið, tá unga liðið av Skálafjørðinum gav nýklaktu føroyameistarunum, EB/Streymi ein skarpan gang. - Eg upplivdi tað ógvuliga jaligt. Liðið hjá okkum endaði við einum fínum dysti, sum teir tað sama kundi vunnið. Tað gevur okkum í nevndini eina góða kenslu, at vit hava yvirlivað í effodeildini. Tí málsetningurin hjá okkum var at verða verandi í effodeildini. Onkur kann so spyrja, um ein skal rópa "Hurrá" fyri einum sjeynda plássi, men eftir mínum tykki hava spælararnir gjørt tað framúr gott. Vit góvu teimum ungu spælarunum ábyrgd, og vit mugu siga, at teir tóku við ábyrgdini, staðfestir forkvinnan hjá NSÍ, tá Rás2 fekk orðið á hana leygarkvøldið. Nevndin í NSÍ hevur enn ikki tikið avgerð um venjaraspurningin. So enn er ikki víst, at Kári Reynheim fer at halda fram við Løkin í Runavík
Sami leistur komandi ár
Og hjá NSÍ verður skorið eftir sama leisti komandi ár: - Tað unga liðið hjá okkum fekk eitt sjeynda pláss í ár, og møguliga eigur tað at fáa okkum at stremba eftir einum sætta plássið. Men vit seta okkum ikki tey heilt stóru málini fyri komandi kappingarár, undirstrikar Kinna Olsen. - Vit eru í holt við at byggja eitt nýtt lið upp, og tað ætla vit at halda fram við, og tað tekur sjálvandi eitt sindur av tíð, staðfestir forkvinnan hjá NSÍ. Og tað sær gott út hjá NSÍ, tá nomið verður við framtíðina. U16 liðið hjá NSÍ gjørdist føroyameistari leygardagin, og tað fegnast Kinna Olsen stórliga um. Hon kann eisini við gleði staðfesta, at U14 liðið hjá NSÍ eisini er føroyameistari, so hava fólk í Runavíkar Kommunu tol, so kann tað vísa seg at blíva veruliga stuttligt at verða NSÍ-fjeppari um nøkur ár.
Formaðurin í TB, André Dalfoss :
Formaðurin í TB ballaði einki inn, tá Rás2 fekk orðið á hann leygarkvøldið. Hann hevði júst yvirlivað í bestu deildini við einum máli, aftaná 1-4 tap ímóti B68 á heimavølli. Í fjør royndi hann at vinna sær uppflyting í ta bestu fótbóltsdeildina við bert einum máli, og tá var talan um fleiri skotin mál, ikki betri málmun. - Tað eru farin 250 kg av mínum herðum, viðgongur TB-formaðurin lættur um hjartað. André Dalfoss heldur, at avgerandi dysturin um niðurflyting ímóti B68 var ein ímynd av kappingarárinum hjá TB, sum hevur verið ein sannur túrur í rutsjubananum. Spurdur um hvørjir tankar fóru gjøgnum høvdið, tá Einar Hansen skoraði til 4-1 til B68, og B68 bert var eitt mál frá at senda TB niður í 1. deild aftur, svarar André: - Eg kom at hugsa um 22. oktober í fjør. Skuldu vit náa fáa somu lagnu, sum AB fekk í fjør, og verða eitt mál ov stuttir? Eg veit ikki hvat hendi. Vit høvdu tamarhald á støðuni, men so kom panikkur í, tá B68 javnaði til 1-1, men tað gekk, tá samanum kom, og tað er tað týdningarmesta, undirstrikar TB-formaðurin. Hann sigur, at tað hevur alt at siga fyri TB at yvirliva í bestu deildini. Næstbesta liðið hjá TB hevur vunnið seg eina deild upp, og fer at spæla í 1. deild komandi ár. Hevði B68 yvirlivað í effodeildini, so hevði Giza Hoyvík flutt upp í 1. deild.
Óli Johannesen hevur ikki tikið avgerð enn
TB hevur eina góða rekrutering við væntu við ungum spælarum, men kortini er stórur spenningur millum tvøráfólk, um Óli Johannesen fer at taka eitt tørn aftrat. - Eg havi spurt Óla um hann tekur eitt tørn aftrat, men hann segði mær, at svarið kemur seinni, tí hann mátti sovað uppá tað. Tað er ikki bara sum at siga tað at verða noyddur at spæla við einari høgari leikferð í effodeildini, tá ein er farin um tey 40 árini. Men tað skal so eingin ivi verða um, at Óli skal verða meir enn hjartaliga vælkomin at taka eitt ár aftrat fyri TB. Spurdur um tað er hugsandi, at aðrir suðuroyingar nú fara at spæla við TB, nú teir eru einasta felagið í oynni, sum kann bjóða effodeildsfótbólt svarar André: - Teir sum vilja spæla við TB skulu verða hjartaliga vælkomnir. Ungdómsdeildin hjá TB er vaksin nógv seinastu árini, frá umleið 75 aktivum fótbóltsspælarum og upp til 130 aktivar fótbóltsspælarar, og tað boðar frá góðum hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti.
Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi :
Formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen fegnast um steypasigurin fyrst og fremst. Hann hevði til tað síðsta vónað, at tað fór at eydnast Víkingi at vinna bronsuheiðursmerki, men tað endaði so við einum ógvuliga marginalum fimta plássi, har bara málmunurin skilti HB, KÍ og Víking, sum øll endaðu á 45 stigum. Formaðurin í Víkingi er tó harmur um, at gongdin hjá liðnum steðgaði upp nakað aftaná tann minniliga steypasigurin á Víkingi tann 25. august. - Tað er sjálvandi harmiligt, at tað steðgar eitt sindur upp ímóti kappingarendanum, men tað er slíkt sum hendir. Vit stóðu við møguleikanum at vinna alt, aftaná steypafinaluna, men vit taptu so nakrar avgerandi dystir í landskappingini, og so var tann møguleikin farin, staðfestir Brandur Jacobsen.
Hava sama venjara aftur
Jógvan Martin Olsen heldur fram sum høvuðsvenjari hjá Víkingi. - Tað er ikki so vanligt, at menn halda so leingi fram sum venjarar hjá tí sama felagnum, men vit hava so roynt at hava stabilitet á hesum økinum í Víkingi. Vit halda, at Jógvan Martin Olsen ger eitt gott arbeiðið í okkara felag. Fólk eru sjálvandi ikki altíð samd við øllum tí, sum ein venjari ger, men tá samanum kemur, so er Jógvan Martin okkum ein góður maður, staðfestur Brandur Jacobsen. Í Víkingi seta tey ungdómsarbeiðið høgt, og Jógvan Martin Olsen hevur stóran áhuga í ungdómsarbeiðnum hjá Vìkingi. Spurdur um Víkingur fer at styrkja seg við álopsspælaranum, sum Jógvan Martin Olsen hevur eftirlýst til at skjóta tey avgerandi málini, svarar Brandur Jacobsen: - vit hava so ikki havt ein framherja, sum hevur skotið 15-20 mál, So tað verður uttan iva tann vegin vit fara at hyggja, tá vit skulu styrka hópin, slær formaðurin í Víkingi fast, tá Rás2 prátaði við hann leygardagin.