Formula fo. meiri sjónligt í Klaksvík

- Vit hava ikki verið so sjónligir í Klaksvík, men vónin er, at tað kann broytast, sigur Áki Johansen, sølumaður hjá Formula fo

Klaksvík:
Áki sigur, at Formula fo. vónar, at tey kunnu gerast meiri sjónlig í Klaksvík. Og samstarvið við Allan Joensen er eitt stig á vegnum til tað.
- Vit eru væl nøgd við samstarvið við Allan og meta tað verða fruktagott, sigur hann.
- Vit hava ikki havt nakra serliga stóra sølu í Klaksvík, serliga tá tað kemur til privatfólk. Vit hava fingist meira við virkir innan fiskivinnuna. Og tað er jú heilt hvør sítt. Fyri tað fyrsta eru tað heilt aðrir pengar man tosar um, tá selt verður til virkir.
Hann sigur, at tað hava sjálvandi verið onkur privatfólk, sum tey hava selt til, men vónin, er altíð at kunna gera tað betri og gera meiri vart við seg.
- Klaksvík er eitt stórt øki, uttan fyri Havnina, sum avgjørt má takast í álvara, sigur Áki.
- Serliga, um hugsað verður um, tann komandi undirsjóvartunnilin, so kann ikki annað sigast enn, at Klaksvík fer at mennast munandi, heldur hann fram.
- Higartil, hava tað sum oftast verið virkir, sum venda sær til okkara, men ætlanin er, at tað skal fara at verða hin vegin. Nú skulu vit bjóða okkum út til kundarnar, sigur Áki Johansen frá Formula fo.

Tænastan betri
Við tað at Formula hevur fólk í Klaksvík, er tað munandi lættari hjá servisumonnunum at koma út til kundan.
Allan Joensen sigur, at tað at koma allan vegin úr Havnini norður til Klaksvíkar til ein teldu trupulleika, sum kanska tekur fimm minuttir at gera, er burtur við og nógv dýrari.
- Tú kanst ikki senda rokning til kundan upp á arbeiðsløn fyri ein heilan ella hálvan dag, tá tú hevur nýtt tað mesta av tíðini til at ferðast í og minst til títt arbeiði, vísir Allan á.
Formula fo. hevur eisini onkuntíð roynt at savna nakrar trupulleikar saman, áðrenn komið verður til Klaksvíkar. Men tá er tað so skjótt, at kundin gerst ónøgdur, so at tað er ongin ivi um, at tænastan verður munandi betri av samstarvsavtaluni millum Formula fo. og Allan Joensen.

Eigur handilin
Allan Joensen eigur handilin sjálvur, men keypir alla útgerð gjøgnum Formula fo.
- Eg arbeiði meiri ella minni fyri teir, men eigi handilin sjálvur.
Allan hevði handilin í hølunum hjá Karl Nielsen, men har var alt ov trongligt. So fyri trimum vikum síðani, flutti hann í onnur høli.
Hann sigur, at tað koma nógv fleiri fólk inn á gólvið nú enn áðrenn hann flutti.
- Nú sær ein handilin betri, og har umframt eru handilsgluggarnir so nógv størri. Hesi hølini eru nógv rúmligari. Eg fái havt næstan alt, sum eg selji frammi, sigur Allan Joensen.