Formula kundadagur 2026 savnaði meira enn 300 luttakarar

Formula kundadagur 2026 varð hildin í Norðurlandahúsinum við stórari undirtøku, har omanfyri 300 luttakarar úr føroyskum vinnulívi, almennum stovnum, kommunum og undirveitarum hjá Formula vóru savnaðir til ein dag við fakligum íblástri, netverkan og innliti í nýggjar KT-loysnir.

Skráin fevndi breitt um aktuell evni, sum hava stóran týdning fyri føroyskar fyritøkur og stovnar í dag. Dagurin var skipaður við fleiri ymiskum rásum, so luttakararnir kundu velja tær framløgur, sum vóru mest viðkomandi fyri teirra tørv og áhugamál. Millum evnini vóru KT-trygd, vitlíki og cyberhóttanir, Business Central, Totalview Cloud og HR, vitlíki til handlar, heilsølur og verkætlanarfyritøkur, journalskipan, fundarloysnir og aðrar serstakar loysnir, sum kunnu lætta um gerandisdagin hjá kundunum.

Dagurin byrjaði við skráseting og morgunmati, áðrenn Fróði Magnussen og Súsanna á Váli frá Formula bjóðaðu vælkomin og greiddu frá praktiskum viðurskiftum. Síðani helt Thomas Warberg ein livandi fyrilestur undir heitinum “Du har det ikke fra mig”. Restina av degnum kundu luttakararnir velja ímillum fleiri fakligar framløgur í ymiskum hølum.

Ein týðandi partur av degnum var eisini møguleikin at hitta ráðgevar, serfrøðingar og onnur viðkomandi fólk, sum arbeiða við talgilding, KT-trygd og effektivisering í gerandisdegnum. Kundadagurin gav sostatt bæði ítøkiliga vitan, íblástur og høvi til at umrøða loysnir, tørvir og framtíðar møguleikar.

Hjá Formula eru kundasambond, tænastustøði og tætt samstarv grundleggjandi virðir. Kundadagurin er eitt høvi at savna kundar og samstarvsfelagar, deila vitan og vísa á, hvussu tøknin kann skapa virði í føroyska samfelagnum.

Stóra undirtøkan staðfesti enn einaferð, at áhugin fyri KT-trygd, vitlíki og talgildum loysnum er stórur í Føroyum.