Tað eru fyritøkurnar Spf Lamhauge og Skúvadal Spf sum gera túrarnar undir Vestmannabjørgini. Fjørukrógvin fekk hølir í 2005, og sama ár fingu tey bát at sigla við ferðafólki.
- Vit arbeiða saman, og sigla eina viku í part. Annar hevur ábyrgdina av siglingini, og um nógv er at gera traðkar hin til, sigur Gunnar Skúvadal, sum eigur og rekur Fjørukrønna í Vestmanna.
##med2##
Ein vanligur dagur hjá Gunnari Skúvadal í summarhálvuni er væl skipaður, dagurin byrjar við at hann kemur og ger klárt.
- Vit hyggja tveir dagar fram. Summi skulu hava døgurða aftaná túrin, og vit syrgja fyri, at vit hava alt inni, sum vit skulu brúka. Vit sigla nógv, í seks mánaðir sigla vit 25000 fólk. Tað krevur eitt sindur av logistikki at fáa alt at passa saman, soleiðis at bátarnir eru her, og vit vita hvør skal við hvørjum báti, men tað haldi eg at vit duga væl.
Ferðafólkamynstrið er so líðandi broytt hesi árini, Fjørukrógvin hevur verið opin. Fyri nøkrum árum síðani var annaðhvørt ferðafólk dani. Donsku ferðafólkini eru framvegis nógv í tali, Gunnar Skúvadal metir at í dag er triðja hvørt ferðafólk dani, hini ferðafólkini koma úr øllum heiminum.
- í gjár høvdu vit fleiri fólk úr Hong Kong.
##med3##
Túrarnir undir Vestmannabjørgini eru millum kendastu ferðamálini í Føroyum, og ferðafólkini eru glað fyri túrarnar. Flestu túrarnir verða gjørdir við bátunum Silju Star og Froyi. Bátarnir hava loyvi at føra 48 ferðandi hvør, men hava fleiri sitipláss enn tað, og tí er gott pláss umborð. Bátarnir hava eisini ves. Tey ferðandi kunnu vera úti ella inni, og tey hoyra ferðaleiðara greiða frá gjøgnum eina hátalaraskipan. Bátarnir hava eina toppferð sum er um 30 míl.
- Vit royna at gera tað so, at túrarnar blíva góðir. Um tað rullar ov illa norðanfyri, sigla vit suðurum Trøllkonufingur, og umvent, tí ofta er veðrið øvugt tey bæði støðini.
Gunnar Skúvadal, og hinir sum skipa fyri túrum, greiða ferðafólkunum frá hesum, tey mugu góðtaka, at farið verður har sum líkindini eru best, og tað eru ferðafólkini glað fyri, tí tá fáa tey tann betra túrin, av tveimum møguligum.
Á Søgusavninum, sum er Føroya einasta savn við voksfigurum, fáa tey vitjandi eina heilt serliga uppliving. Figurarnir ímynda søguligar persónarnar, og í oyratelefonir hoyrast brot úr Føroya søgu. Pallmyndin er hugtakandi, við steyrrøttum bergi og fjøru, myrkakjallara og roykstovu.
##med4##
Nýggjasta tiltakið í Fjørukrónni eru VR brillur, við brillunum kunnu ferðafólkini reka seyð uppi í brættlendi, sigla inn í djúp helli, og kaga í lundaholur.
- Hetta er nakað sum tú sjáldan kanst gera í veruleikanum, nú kunnu ferðafólkini uppliva tað uppá hendan mátan.
Matstovan á Fjørukrónni bjóðar sjálvtøkuborð við tí víðagitnu sjógætissuppuni og nógvum ymsum salatum. Eisini ber til at keypa av matkortinum.
Í gávubúðini fáast ymiskir lutir sum hava samband við Føroyar, eitt nú pløgg frá fleiri føroyskum veitarum.
Neyðugt við útlendskari arbeiðsmegi
Fjørukrógvin hevur fleiri útlendsk starvsfólk, og tey eru ein fortreyt fyri virksemið. Gunnar Skuvadal greiðir frá, at hevði hann ikki fingið starvsfólk ígjøgnum Fast track skipanina, hevði ikki verið møguligt at havt opið alt tíðarskeiðið. Hann er sera glaður fyri útlendsku starvsfólkini, tey eru ein støðug arbeiðiskraft allar mánaðirnar Fjørukrógvin er opin.
##med5##
Úr Honduras til Vestmanna
Lisseth og Lisbeth Lagos úr Honduras eru tvíburar, og arbeiða báðar á Fjørukrónni. Tær eru 28 ára gamlar, og hava føðingardag á ólavsøku.
- Øll siga at ólavsøkan verður hildin fyri okkum, sigur Lisseth og flennir.
Tað eru fýra ár síðani, tær fyrstu ferð vitjaðu í Føroyum. Árið eftir søkti Lisseth starv á Fjørukrónni.
- Eg tosaði við Gunnar Skúvadal fyri at vita, um tað var møguligt at fáa arbeiði. Tá dugdi eg bara spanskt, og arbeiðið hjálpti mær at læra málið.
Lisseth arbeiddi alt summari, og søkti eisini arbeiði ári eftir. Í fjør bleiv hon gift, og býr nú í Føroyum. Tvíburasystirin Lisbeth Lagos byrjaði at arbeiða í Fjørukrónni í fjør.
##med6##
- Eg havi fingið góðar starvsroyndir her, havi lært nógv, og eri glað og takksom fyri møguleikan. Onkuntíð gerist eg nervøs av málforðingunum, men Gunnar og hini starvsfólkini hjálpa væl, og tey eru vinarlig.
Lisbeth arbeiðir fyri tað mesta í køkinum. Lisseth hevur nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur í Fjørukrónni, hon arbeiðir í handlinum, matstovuni og runt um alt húsið. Nógv er at gera, og ferðafólkini koma úr ymiskum londum, fleiri koma úr Spania og Latínamerika,
- summi duga bara spanskt, og tá fái eg prátað við tey, sigur Lisseth Lagos.
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##

































