Forsetin í Tunesia afturvaldur við 89,2 prosentum

Forsetin í Tunesia, 66 ára gamli Kais Saied, stendur til ein knúsandi valsigur sambært veljarakanningum á valstøðunum.

 

Tunesiski forsetin, Kais Saied, tá hann greiddi atkvøðu í dag. AFP/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir tunesiska almenna sjónvarpið sambært tíðindastovuni Reuters.

Veljarakanningin gevur honum 89,2 prosent av atkvøðunum.

Verða tølini staðfest, verða ikki fleiri umfør í valinum.

Tunesiska valnevndin fer mánakvøldið at kunngera almenna úrslitið.

 

 

Tunesiski forsetin, Kais Saied, tá hann greiddi atkvøðu í dag. AFP/Ritzau Scanpix