Forvitnislig vitjan í Vestmannaoyggjum

In.fo vitjaði í Vestmannaoyggjunum í gjár, og hetta var eitt stórt upplivilsi, sum vit við tíðini fara at gera burturúr.

Tá tú ikki hevur vitjað Vestmannaoyggjar í Íslandi áður, er Heimaey, sum er oyggin, har fólkið býr, eitt stórt upplivilsi. Tað er eisini eitt upplivilsi at síggja leivdirnar frá stóra eldgosinum í 1973, sum oyðilegði fleiri hundrað hús - og eisini hús, sum føroyingar áttu og búðu í.

 

Á ferðini í Vestmannaoyggjum hava vit vitjað eini føroysk hjún, sum hava búð í Vestmannaoyggjunum, heilt síðan tey funnu saman í oyggjunum og búsettust har. Tey høvdu akkurát bygd sær nýggj hús, tá eldgosið breyt út og oyðilegði húsini hjá teimum og mongum øðrum.

 

In.fo hevur verið á staðnum, har húsini stóðu, saman við føroyinginum, sum læt tey byggja. Í eina tíð eftir eldgosið búðu tey inni á meginlandinum, men fluttu skjótt útaftur í oyggjarnar. Í dag hava føroysku hjúnini heiðursmerkið á húsunum, sum vakrasta hús í býnum.

 

Vit hava verið runt oynna saman við føroyinginum, sum var sjómaður alt sítt arbeiðslív. Tey bæði fullu so væl til í Íslandi, at hóast bæði eru føroyingar, tosa tey íslendskt saman. Í dag hava tey lítið samband við føroyingar í Íslandi, og í oyggjunum búgva ikki so nógvir føroyingar longur.