Tað var gjørt á tingfundinum, sum varð settur klokkan 14, og sum bara hevði framløgu á skránni.
Í viðmerkingum til uppskotið siga tey seg meta, at neyðugt er at endurskoða fosturtøkulógina.
– Galdandi lóg um fosturtøku er frá 1956 og er í nógvar mátar ótíðarhóskandi. Seinastu árini hevur nógv kjak staðist av lógini, og tíðin er nú komin til at endurskoða lógina og gera hana meira tíðarhóskandi.
– Hetta lógaruppskotið er í stóran mun einsljóðandi við lógaruppskotið, sum landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, legði fram 7. mars 2024 (løgtingsmál 88/2023). Málið fall við atkvøðugreiðsluni við 2. viðgerð.
– Frávikið í hesum uppskotinum í mun til uppskotið hjá landsstýrismanninum er broytingin í § 6, stk. 2 og 3, sum ein minniluti í Rættarnevndini, Hervør Pálsdóttir, Kristianna Winther Poulsen og Kim Durhuus, mælti til at gera í uppskotinum hjá landsstýrismanninum. Hetta snýr seg um møguleikan hjá løggildum heilsustarvsfólki at verða frítikin fyri at fremja ella viðvirka til fosturtøku.
Lógaruppskotið kann lesast her