SAMRØÐA
- Vit hava ein kristnan vong, sum tilskilar sær ein sjálvsagdan rætt til at áseta øðrum mørk. Og mín boðskapur til hesi er greiður. Farið endiliga út á gøturnar og prædiki. Skrivið so nógv lesarabrøv, sum tit vilja. Men við lóg at tvinga okkum onnur inn undir tykkara persónligu andaligu sannføringar, hoyrir ongastaðni heima í eini fólkaræðisligari skipan!
Evnaríki rithøvundurin, arroganta tvørballið, hástóri ummælarin ella sjarmerandi provokatørurin – alt eftir hvørja fatan tú hevur av manninum – situr á Sjómansheiminum í Havn og drekkur kola. Muður hansara talar um trúgv, vekingarrørsluna, ríkisfelagsskapin, modernitet og demokrati. Hann metir, at tann politiski dysturin, sum grein 266b í revsilógini hevur kynt, hevur djúpar søguligar røtur og avdúkar eina neyðuga uppgerð.
Meirilutaverja
Og kandidaturin til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina 2007, Carl Johan Jensen, hevur valt støðu í hesi uppgerð. Hann er ikki gudloysingur. Tilvitskan um andaligu dimensiónina, ella “gudsrúmið”, sum Carl Johan sjálvur nevnir tað, er partur av honum. Men hann finnur seg ikki í, at tað almenna skal vera andaligur lærumeistari. Hann mótmælir lógarásettari religión. Og hann drýpur høvur í skomm, tá persónligir fordómar og pátrúgv verða implementerað í nationala lóggávu.
- Antin hava vit eitt fólkaræði ella ikki. Antin hava vit ein uttanveltaðan almennan myndugleika fyri øll, ella hava vit tað ikki. Antin hava vit trúarfrælsi, ella hava vit tað ikki. Fólkaræði er ein skipan við greiðum spælireglum. Men stríðið um tey samkyndu hevur avdúkað, at vit føroyingar enn ikki hava tikið støðu og valt, hvørji politiskari skipan vit vilja liva undir, sigur Carl Johan Jensen.
Hann vil gera upp við, at føroyski fólkaskúlin hevur lógarásetta skyldu til at standa á kristnari grund. Hann er ímóti, at kristindómurin skal vera formlig statsreligión. Og hann ynskir at strika orðingina um kristindómsins serrættindi í uppskotinum um nýggja føroyska stjórnarskipan.
- Politikarar skulu taka atlit til heildina. Til øll. Og tí eiga vit at reinsa persónliga trúgv, pátrúgv og fordómar úr politisku skipanini. Men í staðin fyri minnilutaverju síggja vit tað øvugta, at meirilutin lógarfestir sín rætt fram um onnur við alskyns skipanum og ásetingum. Ja, vit eru vitni til eina massiva meirilutaverju, sigur Carl Johan Jensen.
Óhumskan í ostaklokkuni
Og sambært rithøvundanum hevur pátrúgvin góðar dagar í Føroyum. Hetta kemur t. d. til sjóndar, tá politikarar hótta við búskaparkreppu og Guds revsing, um tvey orð verða skoytt uppí eina grein í revsilógini. Carl Johan fer at flenna at slíkum grundgevingum, tekur ein stóran slurk av síni kola og ristir við høvdinum.
- At pátrúgv og fordómar gerast partur av okkara lóggávu, avdúkar bert, hvussu afturútsiglt hetta landið og hetta fólkið í veruleikanum er. Vit stríðast við viðurskifti, sum umheimurin langt síðani hevur avgreitt. Og hetta er enn eitt tekin um, hvussu avbyrgt okkara heimastýri í veruleikanum er. Vit standa ikki í nøkrum samskifti við umheimin. Vit standa ikki til svars fyri nakað sum helst. Og í hesi avbyrging hevur alskyns óhumska líkindi at trívast, sigur Carl Johan.
Og tí er uppgerðin sambært Carl Johan neyðug. Ein uppgerð við leiklut Føroya sum avbyrgt oyggjasamfelag undir danskari heimastýrisskipan. Ein uppgerð við dogmatiskan kristindóm. Og ein uppgerð við ein almennan myndugleika, sum enn ikki hevur skrætt seg leysan frá átrúnaðarligum ímyndum.
- Útsýnið má víðkast. Og tíbetur eru vit spakuliga farin at hóma heimin uttanfyri. Hin veruliga heimin. Men angistarsveittin, sum spríkir hvørja ferð grett verður um broyting, hevur mangan hug at døgga fyri útsýninum. Tí hevur kristiligt trongskygni eisini so rúmar ræsur í samfelagnum. Kristin kunnu prædika og skriva so galið tey vilja, men okkurt er ruskandi galið, tá trúgvin hjá summum gerst ein forðing fyri onnur, sigur Carl Johan Jensen.
Vekingarrørslan
Eingin ivi er um, hvat Carl Johan meinar við, tá hann fer at tosa um eitt afturútsiglt heimastýri og eina avbyrgda politiska skipan. Maðurin er nevniliga eingin fjeppari av ríkisfelagsskapinum. Og hann setir ríkisrættarliga spurningin í beinleiðis samband við teir trupulleikar, sum sambært honum herja hetta land í hesum døgum.
- Gjøgnum 18. og 19. øld høvdu vit øðrumegin eina danska embætismannamentan og hinumegin eina føroyska bygdamentan. Tað fanst eingin føroysk mentastætt í okkara heimastýri. Umbroytingin frá bóndasamfelagi til fiskivinnusamfelag skapti eitt tómrúm, sum var góð jørð hjá vekingarrørsluni at sáða sítt sáð í. Og vekingarrørslan fekk tí ein sentralan leiklut fyri føroyskan modernitet og fekk eins stóran týdning sum t.d. tjóðskaparrørslan, sigur Carl Johan.
Tá hann nevnir vekingarrørsluna, sipar hann til brøðrasamkomuna, sum varð sett á stovn við William Gibson Sloan, sum kom til Føroya sum trúboðari í 1860-árunum. Og Carl Johan metir, at avbyrgda føroyska heimastýrið var sera opið – fyri ikki at siga sárbært – mótvegis tí vekingarkristindómi, sum Sloan hevði við sær úr Bretlandi.
- Meðan kirkjan umboðaði tað farna og gamla, kom Sloan og seinni Victor Danielsen við einum nýggjum og modernaðum kristindómi, sum talaði til eitt fólk, ið var losnað úr síni gomlu mentan. Vit høvdu onga føroyska mentastætt, sum onkursvegna kundi lofta vekingarrørsluni. Í Íslandi hevði vekingarrørslan lítlar møguleikar at vinna fram, tí har fanst eitt sterkt íslendskt mentanarumhvørvi, sigur Carl Johan.
Og sambært rithøvundanum er mentanarpolitiska tiltaksloysið í Føroyum orsøkin til, at ein “trongskygd nýfundamentalisma”, sum hann sjálvur sigur, hevur fingið ov frítt spæl.
- Samanumtikið skal dagsins politiska og átrúnaðarliga stríð tí skiljast í ljósinum av hesum søguligu umstøðum, sigur Carl Johan Jensen.
Guds kundar
Men hvat við honum sjálvum? Hvørjar hugsanir hevur rithøvundurin sjálvur um hugtakið Gud? Um fyribrigdið trúgv? Um kristnu frágreiðingina um lív, uppruna og deyða?
- Eg eri ikki gudloysingur sum so, men havi eina úrtøka ella abstrakta gudsfatan. Fyri meg er alheimurin so stórur og mannaheimurin og mannavitanin so evarska lítil, at kristna faðirímyndin kantar til gudsspottan. Gud kann ikki vera eitt slag av jólamanni, ið kemur við endaligari vissu og hjartafriði, sigur Carl Johan. Hann hevur ilt við at góðtaka ímyndina av tí persónliga Gudinum. Av sokallaða vekingarkristindóminum og tí ítøkiligu gudsfatanini, har Gud verður personifiseraður.
- Tað er mangan láturligt at hoyra, tá prædikantar umtala Gud sum ein meiri ella minni strangan pápa, sum lønar og revsar síni børn. Hetta er ein barnslig hugmynd um Gud. Markið millum trúgv og pátrúgv hevur mangan hug til at hvørva, t. d. tá tey sita á Lindini (útvarpsrásini, blðm.) og biðja um kraftarverk úr erva, grøðing, eydnu og eg veit ikki hvat. Hetta minnir ikki sørt um heimastýrishugburð, álvaratos. Gev oss blokk og vær skulum trúgva bæði upp á kong og ríkisfelagsskap, heldur Carl Johan speiskliga fyri.
Fyri hann er hetta slagið av trúgv ein forðing. Eitt skaðiligt fyribrigdi, sum ger fordómar og pátrúgv til politisk stevnumið. Sum bindur fólkaræðið og fólkaræðisliga menning. Og sum avbyrgir føroyska samfelagið í teirri alheimsgerð, sum í hesum døgum fer fram.
Tíðin er komin til eina uppgerð. Og Carl Jóhan hevur fyri sín part valt síðu.
FAKTA:
Carl Johan Jensen
Føddur í 1957
Hálvt ára lestur í gudfrøði í 1976
1977-79: blaðmaður, lærlingur og arbeiðsmaður
1990: cand.phil. við høvuðsgrein í føroyskum
1985-2004: Rithøvundur, týðari, ummælari og blaðmaður
»Religión og modernitetur«
Hvønn týdning hevur átrúnaður fyri modernaða menniskjað? Hvønn leiklut hevur religión í almenna og politiska rúminum? Og kunnu religión og modernitetur sameinast? Bæði í altjóða høpi og í Føroyum eru hesir spurningar meiri viðkomandi enn nakrantíð. Við jøvnum millumbilum seta átrúnaðarligir og etiskir spurningar dagsskránna í almenna kjakinum. Seinast í sambandi við støðu teirra samkyndu. Í greinarøð komandi vikurnar kastar Heini í Skorini ljós á hesar spurningar við samrøðum við persónar, sum hava ymsar tilgongdir til og sjónarmið viðvíkjandi spurninginum um religión í modernaða samfelagnum. Hetta er fimt i partur.