Keypmannahavn: Sum partur av liðnum hjá VÍF, sum í ár flutti niður úr Sunset-deildini, hevur hondbóltsárið hjá Fríðu Marjunardóttir ikki verið akkurát tað, sum hon hevði vónir um.
Nú farið verður til Bosnia er hon eisini skjót at staðfesta, at júst ein slík ferð hevur verið við til at hildið huginum til hondbóltin uppi.
Árið gjørdist jú slettis ikki so, sum vit høvdu vónað. Vit endaðu í niðara bólkinum, og tá tað so eisini gjørdist til niðurflyting, sigur tað seg sjálvt, at lagið fer nakað niður. Men júst í slíkum førum er ein túrur sum hesin ein sera góð gularót at miða eftir, og tí gleði eg meg eisini til at enda árið væl, sigur hon.
Styrkt á venjingarleguni
Undan ferðini til Bosnia, hevur landsliðshópurin verið í Danmark í nakrar dagar á venjingarlegu. Ein venjingarlega, sum Fríða heldur hevur gagnað liðnum sera væl.
Vit hava vant rættiliga hart, og tað er í sjálvum sær í fínasta lagi. Men hartil, so gevur ein slík lega eisini eitt betri samanhald millum spælararnar, sum nú kenna hvørja aðrar nógv betur. Og við at spæla nakrar venjingardystir, hava vit eisini kunnað roynt nøkur ting.
Og hvussu heldur tú so sjálv, at liðið er fyri?
Vit eru væl fyri. Dystirnir hava gingið rættiliga væl, hóast hesir í ávísan mun eru nýttir at eksperimentera í. Og eg ivist ikki í, at vit fara at standa okkum væl í kappingini.
Eins væl, sum liðið gjørdi tað fyri tveimum árum síðani?
Tað er so í øllum førum ætlanin. Og helst enn betri, staðfestir Fríða at enda.