Plátuspælari kom í heimið fyrst í sjeytiárunum. Bróðurin hevði keypt Jesus Christ Superstar, og seinnapartarnir blivu oftani brúktir til at sita og lurta eftir hesi plátuni, áðrenn húsfólki kom heim frá arbeiði og skúla. Hetta var ikki tónleikur, sum varð góðkendur av teimum vaksnu hesa tíðina, men seinni fekk hendan rockoperan eisini pláss í kirkjuni, og er í dag ein klassikari.
- Hetta er eitt tað fyrsta minni eg havi av tónleiki. Eg brúkti nógvar tímar frammanfyri plátuspælaranum har eg lurtaði eftir hesi fløguni, sigur Jógvan Andrias. Sangur var nakað hann fekk við heimanífrá. Bæði mamman, pápin og systrarnar vóru virkin í Klaksvíkar Sangfelag, og tað varð nógv sungið í barnaheiminum.
Sjálvur byrjaði hann ongantíð í sangkóri, men hugurin til tónleikin lá har.
Vinurin Hanus
Í 1986 kom hann inn á vísulinjuna á Nordiska Folkhögskolan í svenska býnum Kungälv. Her hitti hann ein annan klaksvíking, nevnliga Hanus G. Johansen.
- Eg visti sjálvandi hvør hann var; hann var jú kendur í býarmyndini Klaksvík, men vit høvdu ikki havt samband við hvønn annan. Vit gjørdust skjótt vinmenn, og líka síðani hava vit havt tætt samband, bæði sum vinir, men ikki minst tónavinir. Í dag er Hanus tann persónurin eg tosi oftast við um tónleik, og hann hevur verið ein týdningarmikil ráðgevi hjá mær í samband við fløguna sum eg nú gevi út.
Teir báðir hava ferðast saman á konsertferð í Noregi, Svøríki og í Danmark, umframt at teir hava verið á palli saman í Føroyum.
Livandi umhvørvi
Jógvan Andrias er ikki í iva um, at tað livandi tónleikaumhvørvi í Klaksvík í fleiri tíggju-ár hevur verið við til at ávirka seg til at gera meir við tónleikin.
- Tað er eingin ivi um, at Straight Ahead, Hjarnar og Frændur hava sett sín dám á menningina av tónleikalívinum í Klaksvík. Straight Ahead var undangongubólkurin, sum gjørdi egin løg og skrivaði tekstir á føroyskum, meðan Frændur hevur megnað at gera tónleik, sum allir aldursbólkar lurta eftir.
Jogvan Andrias hevur á nýggju fløguni valt at lata almenninginum yrkingar um bæði tað menniskjaligu náttúruna, og náttúruna, sum er rundan um okkum.
Fyrstu ferð vit hoyrdu um Jógvan Andrias sum orðdriblara var í samband við Amnestytónar, sum kom í 1991. Á hesi fløguni eigur Jógvan Andrias orðini og lagið til ?Ljós í myrkri?. Sangurin um píkatráðin og kertuljósið er eitt spennandi lag. Teksturin vísir okkum, á at hóast støðan sær sera myrk og døpur út, so kunnu vit finna eitt ljós í myrkrinum. Lagið er positivt og byggir á stevið, sum vit kenna frá tí føroyska dansinum.
Jógvan Andrias fekk, sum flest allir føroyingar í sjeytiárunum, lítla og onga tónleikaundirvísing í skúlanum.
- Fyrstu ferð eg lærdi nótar var, tá eg kom til Kungälv í 1986, men eg spæli framvegis mest uppá gehør. Tá vit fóru undir at fyrireika fløguna, var tað gott at hitta norðmenninar Inge Dulin og Tore J. Bruvoll. Teir hava báðir lært at spæla eftir nótum, og tá vit so eisini fingu ein dugnaligan tónleikara, sum Edvard Nyholm Debess við í upptøkuhølið, so var væl sloppið. Eg kundi koma við mínum hugskotum, og so kundu teir tríggir loysa tann teoretiska partin.
Heimstaðurin
Jógvan Andrias hevur í nøkur ár búð í Noregi. Hetta seinasta árið hava hann, sambúgvin Karin og sonurin Janus, verið í Bø í suður-norska fylkinum Telemark. Hetta er ein sera vakur partur av Noregi. Nógv trø, stórar víddir og smalir vegir. Sera ólíkt Háfjalli, Kjølinum og Borðoyarvík. Hevur gerðadrongurin sagt farvæl til taralukt og vetrarillveður.
- Nei, ætlanin er at flyta heimaftur. Men hvar vit koma at flyta veit eg ikki. Eg eigi hús í Klaksvík, men eg má hava eitt arbeiði, og tað er hetta seinasta, sum má avgera, hvar vit seta búgv, sigur Jógvan Andrias.