Frá grøntsak til virðisbræva-analytikara

Í Danmark hava tey vant eftir ABR venjingarháttinum í fleiri ár, men í Føroyum sótu fólk við gapandi munnum, tá Tórunn Laksáfoss mikukvøldið legði fram um venjingarháttin. Hon hevur í nøkur ár vant spastisku dóttrina Beintu, og framstigini eru ósigiliga stór. Beinta hevur gjørt forsøgnina hjá læknunum um, at hon fór at vera ein grøntsak uttan førleikar, dyggiliga til skammar

- Gentan hjá okkum var spádd at verða ein grøntsak í einum koyristóli. Hon fór ikki at megna nakað, og læknin mælti okkum til antin at avlevera gentuna á einum ansingarheimi ella at fara heim at ansa henni og so ikki fáa okkum fleiri børn.
Soleiðis byrjaði fyrilesturin hjá Tórunn Laksáfoss, sum hon helt í MBF-húsinum mikukvøldið. Opið og erligt greiddi hon frá, hvussu hon og maðurin ikki vildu taka boðini frá læknanum í álvara, men fingu ístaðin trý børn afturat meðan tey herjaðu á at venja lítlu gentuna.

ABR-venjing
Fyrst royndu tey venjingarháttin Doman, sum eisini verður nýttur her heima í Føroyum.
- Hetta hjálpi lítlu Beintu væl á summum økjum, men vit sóu eingi framstig í motorisku menningini. Og tí skiftu vit venjingarhátt og royndu ABR, sigur Tórunn, sum arbeiddi sum heilagranskari, áðrenn hon átti spastisku Beintu.
ABR merkir Advanced Biomechanical Rehabilitation. Tað er eitt torført orð, men Tórunn leggur dent á, at venjingin ikki er torfør –tvørturímóti.
- Tað, sum venjingin ger, er, at hon fer inn og rættar tann slætt-muskulaturin, sum ofta fer av lagi hjá børnum við breki. Við at trýsta systematiskt á tey økini á kroppinum, ið hava størstan tørv á venjingini, aktiverar tú kroppin. Við nóg nógvari venjing endar tað við, at kroppurin at enda megnar at viðlíkahalda seg sjálvan ístaðin fyri at forfella, sum hann ofta ger hjá spastikarum og øðrum við heilaskaða, greiðir Tórunn frá.
Venjingin kann fremjast av øllum, og tað einasta sum krevst er, at tú kemur á skeið fýra ferðir árliga, so serfrøðingar kunnu meta um, hvussu gongur við venjingini og hvussu arbeiðast skal víðari.
ABR er ein passivur venjingarháttur, har tann heilaskaddi ikki skal vera aktivur á nakran hátt, eins og til dømis við venjingarhættunum Doman ella Petø.
- Tað krevur, at tað er ein, ið átekur sær at fremja venjingina systematiskt. Og sum setur umleið tveir tímar av dagliga til at trýsta varliga á kroppin á tí heilaskadda. Tað kann gerast meðan viðkomandi hyggur í sjónvarp, lesur, svevur ella spælir, vísir Tórunn á.
Hon sigur, at venjingin skal passast til heimið, og hon kann fremjast allastaðni. So tað er eingin orsøk at ummøbelerað ella broyta alt har heima.

Øðrvísi enn annað
Tórunn vísti eina bleyta pútu, sum verður løgd á tað staðið á kroppinum, sum skal gjøgnumarbeiðast. Síðani trýstir tú á hesa pútuna við løttum og systematiskum trýstum. Eisini eru onkrar venjingar á bólti.
- Munurin á hesum venjingarháttinum og øðrum er, at vit við hesum fara inn og strimbra vøddar, spengur og hindur til at arbeiða, sum tær eiga. Við øðrum venjingarhættum lærir tú barnið at arbeiða við teimum spastisku musklunum, sum bara gerast verri og verri. Og um tú ikki venur í eina tíð, so missir barnið teir førleikarnar, tit annars hava arbeitt og vant fyri at fáa, tí kroppurin versnar og gerst meiri spastiskur. Við ABR gongur tað bara ein veg, og tað er framá. Um tú gevst við at venja, so missir barnið ikki teir førleikarnar, tað hevur fingið, tí vit fáa kroppin sjálvan at arbeiða, sum hann ger hjá ”normalum” fólkum, sum ikki bera brek.

Stór framstig
Tórunn vísti myndir og greiddi frá, hvussu stóra menning tey hava sæð hjá dóttrini, Beintu.
- Hon stóð til at fáa eina akutta mjadnaskurðviðgerð, tí, sum hjá nógvum spastikarum, vóru mjadnarnar á veg at fara úr lið.
- Men eftir at vit høvdu vant í eina tíð, fóru vit aftur til læknan, sum staðfesti, at skurðviðgerðin ikki longur var neyðug. Og eisini ryggurin, sum var blivin skeivur, hevur nú rættað seg út aftur, tí vøddarnir arbeiða, sum teir eiga.
Beinta er nú eisini byrja at tosa, hon etur sjálv við gafli, og tá hon stendur uppi, hevur hon hælirnar í gólvinum, ístaðin fyri at standa á tá, sum spastikarar oftast gera, tí vøddar og spengur eru so spent.
- Vit hava sæð eina ótrúliga framgongd, og onkur hevur onkuntíð spurt okkum, hvussu vit kunnu vita, at tað er venjingin, ið hevur ført góðu úrslitini við sær. Hvussu kunnu vit vera vís í, at Beinta ikki hevði ment seg so væl, hóast vit ikki høvdu vant.
- Men eg eri sannførd um, at tá læknin í fyrstuni segði, at hon fór at verða ein grøntsak, so bygdi hann tað á sínar royndir. Hann hevur uttan iva sæð 500 slík børn fyrr, og av teimum hevur eingin ment seg so væl sum Beinta. Tey hava øll verið grøntsakir uttan nakrar førleikar. Og tí kann eg staðfesta, at vit uttan iva hava førkað hana og hjálpt hennara menning við venjingini.

Forstandinum bagir einki
Tey, ið ikki kenna fólk við heilaskaða, hava ofta skjótt við at døma allan persónin eftir tí, tey síggja við fyrsta eygnakast. Um tað er okkurt galið við kroppinum, um tey ikki fáa tosað, um tey sleva ella um tey ikki fáa farið á wc sjálvi, ja, so er tað uttan iva eisini okkurt galið við forstandinum, sýnist hugburðurin vera. Men tað er langt frá sannleikanum.
- Beinta slevar illa og fær ikki gjørt seg skilliga fyri teimum, ið ikki kenna hana. Men hon er samstundis flúgvandi intelligent. Hon ger greið tekin um, hvat hon vil, og hon bæði roknar og lesur langt frammanfyri sín aldur. Venjingin hevur latið heimin upp fyri henni, greiðir Tórunn frá.
Hon leggur afturat, at tey, umframt ABR venjingina, eisini nýta intellegensvenjingina frá Doman háttinum.
Tað er eingin loyna, at Tórunn og maðurin hava vant nógv við Beintu. Heilt nógv. Tey hava verið heilt uppi á 28 tímum av venjing um vikuna. Men er tað veruliga vert at nýta so nógva tíð og orku uppá at venja sítt barn?
Svarið gevur seg sjálvt, tá Tórunn greiðir frá, at Beinta bara hevur ein dreym um ynskistarvið, tá hon gerst stór. Hon vil hvørki vera frisør, pedagog ella prinsessa, sum aðrar gentur. Nei, Beinta ætlar sær tað mest avbjóðandi starvið av øllum. Hon vil analysera virðisbrøv.