Frændur á Tvøroyri

5. mars verður stórdansur í Ítróttarhøllini í Trongisvági, har Frændur spæla til dans. Haraftrat verður DJ-Show við Dj Hustler.

 

Fyrireikararnir siga, at í føroyskum tónleikahøpi, kann onki samanberast við Frændur, sum í meir enn fjórðingsøld hava bergtikið áhoyrararnar við landaplágu eftir landaplágu. Bólkurin er ?still going strong? og verður tað eitt satt brak av einum dansi, lova fyrireikararnir.

 

Føstulávint verður tá og í tí sambandi er dansurin eisini grýludansur, har tann vakrasta og tann ljótasta grýlan fáa eina gávu og eitt skreytblað.