Nevndin í Føroya Lærarafelag
v/ Jóhannes Eli Iversen
??????????????????????????
Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt um frítíðarskúlan í Trongisvági. Tí-verri ikki fyri tað góða.
Í Dagstovnalógini stendur m.a. í § 8 »Til tess at røkja dagliga arbeiðið, setir kommunan ein leiðara fyri dagstovnin ella dagrøktarskipanina við námsfrøðiligari útbúgving«. Í § 8 stk. 2 stendur: »Í serligum førum kann kommunan í tíðaravmarkað skeið víkja frá kravinum um, at leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving.
Tað er ógvuliga áhugavert at geva sær far um, at dagstovnalógin nevnir ikki við einum orði frítíðarskúl-ar. Talan er eisini um tíðaravmarkað starv, ið sostatt átti at stillað kommuna frítt.
Føroya Lærarafelag virð-ir, at annað fakfelag hevur dagstovnaøkið undir sær, og Føroya Lærarafelag hevur ongar ætlanir at troka sær veg fram at nýggjum øki. Men eingin skal vera í iva um, at námsfrøðiliga eru lærarar førir fyri at leiða frítíðarskúla og geva børnunum kvalifiserað til-boð, bæði hvat viðvíkur uppaling og umsorg, men ikki minni hvat viðvíkur menning bæði fakliga og sosialt. Alt hetta eru kend krøv úr fólkaskúlalógini.
Ein av limum Føroya Lærarafelags hevur nýtt sín rætt at søkja eitt alment lýst starv, og hevur enntá fingið starvið.
Henda setan hevur síðan verið endavend fleiri ferðir, tí tað er komið fram, at annar skikkaður umsøkjari var til starvið.
Føroya Lærarafelag átalar harðliga, at landsstýris-maðurin á økinum so jánkasliga hevur handfarið hetta málið. Ein einistøk starvsetan og dagstovnalógin øll eru ikki mál, ið eiga at verða tengd saman. Hetta hevur sett lim okkara í eina ógvuliga trupla og tyngjandi støðu, og tað átalar felagið harðliga.
Ein og hvør eigur at kunna kenna seg tryggan at søkja, hvat starv tað skal vera, og ikki verða viðgjørdur alment og lagdur undir bæði eitt og annað. Tann, ið søkir og fær starvið, kann undir ongum umstøðum verða lastaður fyri sín áhuga. Hesum eigur landsstýrismaðurin at kunna veita trygd fyri, men á dagstovnaøkinum er tann trygdin eftir øllum at døma ikki.
Dagstovnalógin má akkurát sum fólkaskúlalógin av og á verða endurskoðað og broytt. Tað eigur undir ongum umstøðum at verða gjørt til ein part í einum máli um starvssetan. Úrslitið er, at umsøkjararnir verða gíslar og brúktir til at fremja broytingina.
Føroya Lærarafelag krevur virðiliga loysn í hesum málinum, at setanin verður staðfest endaliga, og at landsstýrismaðurin fremur lovaðu broytingarnar í lógini børnunum at frama.