Frá óvissu í undirgrund til kent tilfeingi í havinum

Frá at hava umsitið okkara óvissa tilfeingi í undirgrundini skal Herálvur Joensen nú til at umsita eitt meira kent og trygt tilfeingi longur uppi í føðiketuni, nevniliga fiskin í havinum. Fyrrverandi aðalstjórin í Oljumálaráðnum hevur tikið av tilboðnum at gerast aðalstjóri í okkara kanska mest týdningarmikla landsstýrisráð, Fiskimálaráðnum.

Størv


Herálvur Joensen, aðalstjóri í Oljumálaráðnum hesi seinastu árini er fegin um tilboðið at gerast aðalstjóri í Fiskimálaráðnum. ?Hetta verður ein spennandi uppgáva, sum eg gleði meg at fara í gongd við sigur hann men leggur aftrat, at tað skal tó ikki skiljast sum at hann vendir oljuni bakið. -Eg vil sjálvandi hjálpa til í tann mun eg kann. Eg eri í sama landi, og um tann umsitingin og tann landsstýrismaðurin kann brúka mín førleika ella ráð, so vil eg sjálvandi hjálpa við í tí. Við hesum sipar aðalstjórin til tær týðandi fyrireikingar, sum standa fyri framman at leggja eina nýggja útbjóðing til rættis og tær samráðingar, sum annars í framtíðini fara at vera við stóru multinationalu oljufeløgini um teirra hjáveru her.

Tað er greitt, at tað verður saknur í honum í øllum oljuumhvørvinum sum heild, nú Herálvur Joensen við sínum royndum og vitan hevur klárað at varðveita áhugan hjá oljufeløgunum fyri føroyska økinum samtíðis sum hann hevur megnað ta so gyltu javnvágina at tryggja Føroyum síni náttúrligu rættindi og pláss í eini komandi oljuvinnu.

Herálvur Joensen dylur tó ikki fyri, at nýggja uppgávan verður størri og meira krevjandi enn tann hann hevur havt. ?Tær uppgávurnar eru kanska tungar uppá hvør sín máta. Tá vit byrjaðu at tilrættaleggja oljuumsitingina minnist eg, at fólk søgdu við okkum, at vit skuldu samráðast við slíkar tungar gigantar og multinational feløg, og at vit ongantíð fóru at klára ta uppgávuna. Kortini haldi eg, at vit hava prógvað, at ta uppgávuna hava vit klárað til lítar, at ta uppgávuna kundu vit lyfta í grundini uttan nakrar trupulleikar. Fiskimálaráðið er tó nógv tyngri uppá tann mátan, at málsviðgerðin er nógv meira umfatandi. Í oljuni hevur tú rættiliga fáar kundar. Teir eru professionellir og tungir, men teir eru til at halda tal á. Í Fiskimálaráðnum hevur tú eitt ótal av málsviðgerðum og loyvum, sum skulu avgreiðast. Tað er eisini nógv tyngri við tali av starvsfólki.

Nýggi aðalstjórin í Fiskimálaráðnum gleðir seg til ta uppgávuna, og hann er eisini fegin um, at aðalstjórin í Almannaráðnum, Sólja í Ólastovu, hevur tikið av einum tilboð um at vera deildarstjóri við ábyrgd fyri løgfrøðiøkið í Fiskimálaráðnum. Tað skuldi alt annað líka eisini hjálpt til at styrkt um fakligheitina og málsvirðgerðina í tí ráðnum. -So eg rokni við, at bæði Sólja og eg gleða okkum til at sleppa til verka saman við einum nýggjum landsstýrismanni skjótast gjørligt.

Og hann heldur fram: -At eg havi fingið eitt størri ráð í boði kann eg ikki taka sum annað enn eitt herðaklapp fyri tað arbeiði, sum Oljumálaráðið hevur gjørt, hóast man politiskt valdi at kvetta høvdið av Oljumálaráðnum. Eg var ikki glaður fyri tað, líka so lítið sum øll okkara starvsfólk. Men tá tað nú skuldi vera, so má man fáa tað besta burtur úr.

Virðing fyri uppgávuni
-Hvat er størsta avbjóðingin í nýggja arbeiðinum?

-Tað er at skapa álit um tær fyrisitingarligu mannagongdirnar, sum eru í Fiskimálaráðnum og royna so vítt møguligt at tryggja almenninginum, at umsitingin av okkara høvuðsvinnu og tilfeingi er skipað í eini tryggari legu.

-Tú ber ikki ótta fyri at skula brúka tíðina at sløkkja fleiri eldibrandar í ráðnum?

-Eg beri ikki ótta fyri hesi nýggju avbjóðing. Gjørdi eg tað so hevði eg neyvan tikið við hesi uppgávuni. Men eg eri fult út greiður yvir, at hetta er ein eitt sindur størri uppgáva enn tann eg havi havt. So eg taki hetta á meg við virðing fyri uppgávuni.

-Nú er tín nýggi arbeiðsgevari lærari, bóndi og timburmaður. Átti man ikki at sett størri faklig krøv til ein persón, sum tekur við so týðandi starvi, eisini at hann hevði fleiri politiskar royndir eisini?

-Man hevði uttan iva kunnað sett sama spurning til mín sum aðalstjóra og kann eg siga, at hesin "kennir neyvan mun til tosk og skrubbu" sigur Herálvur Joensen eitt sindur skemtandi og sjálvironiskur. Hann ætlar sær ikki at seta spurnartekin við kvalifikatiónirnar hjá landsstýrismanninum. ?Eg taki fult undir við demokratiinum, sum sigur, at fólk við allari bakgrund kunnu vera vald á ting, og eg trúgvi eisini, at tað at vera landsstýrismaður er oftani ein spurningur um at duga at brúka sunt vit og skil og at duga at brúka tað embætisverk tú hevur aftrat tær uppá ein skilagóðan hátt. So eg ivist ikki í, at landsstýrismaðurin kann lyfta uppgávuna fyri tað, at hann ikki kemur úr vinnuni. Tað kann kanska tvørturímóti vera ein fyrimunur, at hann ikki kemur úr vinnuni.

Oljan
Uppá fyrispurning um avgerð hansara at fara frá Oljumálaráðnum til Fiskimálaráðið kann vera eitt óheppið signal at geva altjóða oljufeløgunum, nú vit skulu fara undir eina 2. útbjóðing sigur Herálvur Joensen, at tað er tað avgjørt ikki. ?Tað eru politikarnir, sum hava gjørt av at minka um aðalráðini og í tí sambandi havi eg fingið eitt tilboð um eitt annað starv, sum er sera spennandi. Men eg meti framvegis, at oljumál og oljuumsiting eru eitt spennandi fakøki, og eg havi eisini rím uliga góðar vónar til framtíðina, so eg eri ikki so svartskygdur, tá tað kemur til oljuleitingina. Eg vænti, at gjøgnumbrotið kemur fyrr ella seinni ? at vit finna olju ella gass í rakstrarverdugum nøgdum. Tað er hetta vit hava stríðst fyri nú í fleiri ár, og uppgávan er so avgjørt ikki lokin enn. Tvørturímóti . Føroyska økið er trupult, og tað vistu vit frá byrjan. Eg trúgvi tó, at premian liggur har fyri tey, sum hava ágrýtni og áhaldni til at blíva við.

-Kenst tað ikki eitt sindur løgið at skula fara yvir í fiskivinnuna nærum sama dag sum tit av álvara byrja at fyrireika næstu útbjóðing til oljuleiting og er tað ikki eitt minus við tí?

-Nei tað er einki minus fyri oljuna. Alt tað fer at koyra víðari sum ætlað.

Herálvur Joensen ivast onga løtu í, at vit eiga fólk, sum kunnu setast í hansara stað og m.a. taka sær av samráðingum við tey multinationalu oljufeløgini?