Fráboðan um samhugaverkfall var óheimilað stríðsstig

Úrskurður er nú sagdur í máli, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag legði fyri Fasta Gerðarrættin, eftir at Starvsfelagið hevði lýst samhugaverkfall

Í 2024 legði Føroya Arbeiðsgevarafelag eitt mál fyri Fasta Gerðarrætt, har Starvsfelagið skuldi viðurkenna, at fráboðaða samhugaverkfallið, sum tó ikki varð sett í gildi, var brot á friðarskylduna og tí eitt óheimilað stríðsstig

 

Undir verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum í mai/juni 2024 boðaði Starvsfelagið 8. juni við skrivi til Føroya Arbeiðsgevarafelag frá samhugaverkfalli fyri allar limir felagsins, sum vóru umfataðir av sáttmálaøkjunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið - t.e. sáttmálarnir, sum umfataðu sáttmálaøkið vegna Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn.

 

Samhugaverkfallið skuldi koma í gildi 11. juni, men var ikki sett í gildi, tí verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum var avlýst sunnudagin 9. juni, aftaná at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði gjørt semju við tey fimm arbeiðarafeløgini.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag reisti eftirfylgjandi mál í Fasta Gerðarrætti við sakarkravi um, at fráboðanin um samhugaverkfallið var brot á friðarskylduna, eitt óheimilað stríðsstig og í stríð við galdandi siðvenju.

 

Sáttmálasamráðingarnar, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag høvdu, vóru millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Starvsfelagið var sostatt ikki partur av samráðingunum.

 

Úrskurður er nú sagdur í málinum. Fasti Gerðarrættur ger í úrskurðinum greitt, at samhugaverkfall skal, fyri at vera eitt heimilað stríðsstig, í øllum førum lúka fylgjandi treytir:

 

 

  • Høvuðsverkfallið skal vera eitt heimilað stríðsstig; harundir skal tað verða lýst við nøktandi freist
  • Ein nøktandi interessufelagsskapur skal vera til staðar
  • Samhugaverkfallið skal vera egnað til at ávirka høvuðsverkfallið
  • Samhugaverkfallið skal vera innan fyri rímiligt mark

 

Víðari sigur Fasti Gerðarrættur, at vit í Føroyum hava eitt uppbýti millum almenna og privata arbeiðsmarknaðin og eitt slag av bólkabýti av arbeiðsfjøldini í ymiskar fakbólkar so sum starvsmenn, faklærd og ófaklærd, og fakfeløgini hava skipað seg hareftir.

 

Fráboðanin frá Starvsfelagnum fevndi um allar limir sínar, sum arbeiddu hjá Posta, Føroya Tele og Vága Floghavn. Tað vil siga bæði um faklærdar og ófaklærdar umframt starvsmenn, sum eru fevndir av sáttmálunum við Føroya Arbeiðsgevarafelag, og talan var tí ikki um nøktandi interessufelagsskap.

 

Fasti Gerðarrættur heldur tí, at fráboðanin um samhugaverkfallið fór út um mark, og at markið í hesum førinum er ein natúrlig fylgja av, at arbeiðsfjøldin er bólkað í faklærd, starvsmenn og ófaklærd, og at feløgini, sum vóru í verkfalli, og sum Starvsfelagið vildi stuðla, vóru arbeiðarafeløgini, hvørs limir eru tey ófaklærdu.

 

Fasti Gerðarrættur sigur tí henda úrskurð:

 

“Innkærda Starvsfelagið skal viðurkenna, at tað var eitt óheimilað stríðsstig, tá Starvsfelagið við skrivi, dagfest 8. Juni 2024, boðaði Føroya Arbeiðsgevarafelag frá samhugaverkfallið fyri allar limir felagsins, sum vóru umfataðir av sáttmálaøkinum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið t.e. sáttmálarnir, sum umfatað sáttmálaøkið vegna Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn.”

 

Til ber at lesa úrskurðin her.